Kann altíð gera tingini betri

Næstformaðurin í Pedagogfelagnum, sum stillar upp til formansvalið á aðalfundi felagsins 28. februar, ætlar at leggja stóran dent á fakfelagsarbeiðið. Hon heldur uppá, at ein altíð kann gera tingini betri

Næstformaðurin í Føroya Pedagogfelag ætlar sær at verða formaður komandi valskeiðið hjá felanum, sum er tvey ár.
Ann-Elisabeth Joensen er ættað úr Fulgafirði. Hon er útbúgvin sosialpedagogur úr Danmark, har hon eisini arbeiddi í fleiri ár, áðrenn hon í 1996 flutti heim aftur til Føroya. Í Danmark arbeiddi hon rættiliga nógv við innflytarafamiljum.
Heim aftur komin til Føroya fór hon fyrst í starv hjá stuðulsskipanini há Tórshavnar Kommunu og tók í 1998 við starvi sum leiðari á frítíðarskúlanum. Hon er í dag leiðari á frítíðarskúlanum í Hornabø, sum er knýttur at Venjingarskúlanum.
Ann-Elisabeth Joensen hevur í trý ár verið nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag og hevur seinastu tvey árini verið næstformaður í felagnum.
Verður hon formaður í Pedagogfelagnum, fer hon at biða um farloyvi fyri at kunna røkja starvið til fulnar.
?Tað kann í dag verða ein forðing, at eg eri stovnsleiðari hjá kommununi, samstundis sum eg skal røkja fakfelagsarbeiðið. Hesi bæði størvini fara fyrr ella seinni at stríða móti hvørjum øðrum, væntar hon.
Ann-Elisabeth Joensen stillar sjálvonnur upp til formansvalið í Pedagogfelagnum, sum verður tann 28. februar. Mótvalevnið er ein maður. Tað er Jarvin Hansen, sum eisini er stovnsleiðari.
?Tað er gott, at fleiri stilla upp, sigur Ann-Elisabeth Joensen. At annað valevnið er mannfólk, ger tað ikki minni spennandi í eini konufólkaverð, sum pedagogfakið í veruleikanum er, sigur hon.
Hon ætlar sær at leggja seg eftir at menna fakið, sum hon tekur til. Heldur, at tað hevði verið eina roynd vert at havt eitt fólk aftur at formanninum í starvi hjá felagnum. Tað kundi so gott verið ein nevndarlimur, ið kundi tikið sær av teimum reint fakligu spurningunum, sum stinga seg upp. Soleiðis, at felagið ikki bara líkist eini stórari umsiting.
Hon heldur seg hava fyrimun av at hava sitið í nevndini í Pedagogfelagnum i trý ár. Og hon gjørdi beinanveg av at stilla upp til formansvalið, tá nevndin heitti á hana, tá tað var greitt, at fráfarandi formaðurin, Carita Bjørklund, ikki stillar uppaftur.
Eisini metir hon tað sum ein fyrimun, at hon hevur rættiliga breiðar starvsroyndir í fakinum. Hon hevur bæði arbeitt við innflytarum í Danmark, arbeitt á vøggustovu, barnagarði, stuðulsskipan.