Kann fáa hálva millión í bót fyri oljudálking í Havn

Løgrelgan hevur ábendingar um, hvør tað var sum misti minst 2.000 litrar av olju á sjógv í Havn

Savnsmyndir

Tað var tann 27. november, at ramur oljuroykur kendist um Reynið og havnarlagið annars í Havn. Tað var eyðsýnt hendan seinnapartin, at onkur hevði koyrt nógva olju á sjógv, hóast hon ikki sást so væl í myrkinum.

Frá Tórshavnar Sløkkiliði frættist skjótt, at talan var um nógva olju, tí tey tóku í minsta lagi 2.000 litrar upp av Havnarvág.

Men enn hevur løgreglan ikki fingið greiðu á, hvør tað var, sum misti nógvu oljuna á sjógv á sjógv. Ein orsøk til tað er, at tilburðurin ikki varð meldaður til løgregluna fyrr enn eina viku aftaná. Og tað var hóast onkur býráðslimur á Facebook tveitti aðrar býráðslimir undir bussin fyri ikki at røkja sínar skyldur.

Tað er ikki bíligt at sleppa olju á sjógv, og tað er kanska orsøkin til, at tilburðurin ikki er fráboðaður. Sambært umhvørvisstovuni, so kostar tað 150.000 krónur at missa upp ímóðti 500 litrum á sjógv. Og tá talan er um so stórar mongdir, sum í hesum føri, so  verður tað ein bót upp á millum 200.000 og 500.000 krónur, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn, sum leggur afturat, at løgreglan arbeiðir við málinum, og hevur eina ábending um, hvør tað kann vera. Meira fær hann ikki sagt, uttan tað, at tað allarhelst er frá einum skipi.

##med2##

##med3##

 

 

Savnsmyndir