Kann forða fyri álvarsligum sjúkum

At koyra runt við bili at kanna mannfólk fyri ymsar sjúkur, er ein máti, halda kommunulæknarnir

 

 

– Tað er onki at ivast í, at upplýsing og kanningar, ið staðfesta einstakar sjúkur tíðliga, kunnu forða fyri álvarsligari sjúku seinni.

 

Tað halda tey í Kommunulæknafelagnum

 

Tey halda við teimum løgtingsmonnum, sum hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at skipa eitt lið av heilsustarvsfólkum, sum skal ferðast runt í bili við tí serliga endamáli at kanna mannfólk fyri ymsar sjúkur.

 


Les eisini: Skulu ferðast runt landið at kanna mannfólk

 

Tað er ein gamal trupulleiki, at mannfólk eru trek at fara til lækna, og tí halda løgtingslimir, at eitt slíkt átak kann føra til, at nógvir mans kunnu setast í viðger fyri ymsar sjúkur, áðrenn tað er ov seint, heldur enn at teir skulu ganga sjúkir leingi, uttan at vita av tí, tí teir eru so trekir at fara til lækna .

 

Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, leggur afturat, at átøk kunnu eisini verða sett í verk, har fólk verða kannað á arbeiðsplássum ella ávísum støðum.

 

Í hesum sambandi var tað nevnt í Løgtinginum, at eitt sjálvsagt høvi er, at ein slíkur bilur verður settur við fótbóltsvøllir, tá ið dystir eru, so at mannfólk, sum fara at hyggja at fótbólti, kunnu lata seg kanna seg í sama viðfangi.

 

– Vit hava havt dømi um hetta, har Fólkheilsuráðið kannaði fyri Kol, ella roykjaralungu, og Diabetes. Her vórðu nøkur fólk fangaði, ið hildu seg vera frísk, so at fyribyrging kundi setast í verk, og farast kundi undir møguliga viðgerð alt fyri eitt.

 

 

Les eisini: 1300 føroyingar kannaðir fyri álvarsamar sjúkur

 

 

Kommunulæknafelagið heldur annars, at tað er neyðugt við áhaldandi kunning um viðurskifti, har menn eisini eru í miðdeplinum.

 

– Seinastu árini hevur nógv verið tosað um prostatakrabba og tað hevur gjørt, at fleiri menn nú fara til lækna fyri júst at fáa kannað hesa sjúku. Og tað sama kann eisini vera galdandi fyri aðrar sjúkur, heldur felagið.