Nú er vandi fyri, at tað fer at verða munandi dýrari at tryggja sín egna bústað.
Tað kann verða ringasta avleiðingin av eini ósemjum sum hevur tikið seg upp ímillum tygginginga og Taks.
Í hinari greinini her á síðuni sæst, at tlaan er um eina eina ósemju, sum tók seg upp í juli í fjør, tá ið mvg lógin varð broytt, so at mvg nú eisini skal betalast av arbeiðslønum í sambandi við nýbygging og umvæling av egnum bústaði.
Tryggingarskaðar undantiknir
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Tryggingarfelagnum Føroyum og frá Taks, tí har hava tey røttu fólkini ikki verið at hitt í morgum.
Men tað skilst, at bæði tryggingarfeløgini hava somu áskoðan á hesi viðurskifti.
Og Christian Andreasen, løgfrøðingur, sum arbeiðir við málinum fyri Trygd, sigur, at
Tryggingarfeløgini hava ásett tryggingargjøldini eftir tí veruleika, sum hevur verið galdandi.
Og tann veruleikin er, at mvg skal ikki gjaldast av arbeiðslønum.
- Men í juli og fjør varð lógin broytt, so at fult mvg eisini skal gjaldast av arbeiðslønum.
Hinvegin kann húsaeigarin fáa mvg av arbeiðslønum endurgoldið frá Taks.
- Men Taks hevur boðað frá, at tá ið talan er um tryggingarskaðar, verður endurgjald ikki latið fyri mvg av arbeiðslønum. Grundgevingin er, at her er ikki talan um umvæling fyri egnu rokning hjá húsaeigaranum, tí tað er tryggingarfelagið, sum umvælir.
Munandi dýrari
Christian Andreasen sigur, at verður hetta endaliga støðan, verður tað sjálvandi væl dýrari hjá tryggingarfeløgunum at tryggja egnan bústað hjá fólki.
- Í ringasta føri kann tað elva til, at tryggingargjøldini fara at hækka.
Men enn eru ikki allar søgur syftar.
- Trygd hevur boðað frá, at vit eru ósamd við Taks, tí tað er ikki tryggingin, sum umvælir skaðan, men tað er tryggingartakarin sjálvir og tí hevur hann krav upp á at fáa mvg endurgoldið.
- Harafturat stendur ongastaðni, at tryggingarskaðar eru undantiknir og tí halda vit, at tulkingin hjá Taks, er beinleiðis skeiv.
Fleiri ár
Í løtuni hevur Trygd reist okkurt mál, sum í løtuni verður ført sum eitt prinsippmál. Tað merkir, at endaliga úrslitið av hesum málunum, verður avgerðandi fyri, hvussu øll slík mál, skulu viðgerast.
Men tað kunnu ganga fleiri ár, áðrenn ein endalig avgerð er tikin, tí vandi er fyri, at tað skal ígjøgnum alla rættarskipanina, heilt í landsrættin.
Í løtuni er málið til viðgerðar í kommunalu skattakærunevndini.
Útlit eru til, at taparin fer at leggja málið fyri landsskatta kærunevndina og eftir tað, kann tað eisini henda, at málið endar í Føroya Rætti og haðani kann tað so enda heilt í landsrættinum, áðrenn ein endalig niðurstøða fyriliggur.
Hinvegin væntar Christian Andreasen, at dregur tað út at finna eina endaliga loysn, fer Trygd eisini at átaka sær mvg av arbeiðslønum, so at tryggingartakarin sleppur av krókinum. Men so verður tað aftur eitt mál ímillum Trygd og Taks.
- Men verður endaliga úrslitið at kærumálinum, at endurgjald ikki skal latast fyri mvg av arbeiðsløn í sambandi við tryggingarskaðar, má tryggingin sjálvandi átaka sær tað eisini, tí grundreglan í eini trygging er, at tryggingartakarin skal verða skaðaleysur.
Men so verður tað nógv dýrari hjá tryggingini at umvæla skaðar og so er vandi fyri, at tryggingarnar verða dýrari.
Frammandan eru prísirnir fyri umvælingar munandi uppfarnir, so hetta verður steinur oman á byrðu.
Vit hava nógvar aðrar greinar í blaðnum í dag um sama evni í