Tá kanningarmenn hjá altjóða kjarnorkunevndini IAEA vóru í Iran í síðsta mánað, funnu teir tekin um, at iranar høvdu ríkað uran á einum kjarnorkuverki í Natanz. Tað fekk IAEA at halda, at iranar eru førir fyri at ríka uran, ið kann nýtast til at gera kjarnorkubumbur við.
Men nú siga iransku myndugleikarnir, at landið er ikki ført fyri at ríka uran. Iranski umboðsmaðurin í IAEA, Ali-Akbar Salehi, sigur við týsku tíðindastovuna DPA, at funnu kanningarmenninir hjá altjóða kjarnorkunevndini ríkað uran á verkinum í Natanz, so er talan um innflutt ríkað uran.
Altjóða kjarnorkunevndin hevur leingi strongt á iransku myndugleikarnar fyri at fáa teir at loyva kanningarmonnunum at rannsaka landsins kjarnorkuverk, og fyrradagin segði Mohsen Aminzadeh, varainnanríkisráðharri, at IAEA kann sleppa at kanna verkini, og at ongar forðingar skulu darva kanningarmonnunum.