Kann ikki vera trupulleiki hjá Tjóðveldisflokkinum

? Vit kunnu einki gera við málið um skuldsetingarnar móti løgmanni. Hatta mugu Tórbjørn Jacobsen og løgmaður greiða sjálvir, sigur Heini O. Heinesen, formaður í tingbólki Tjóðveldisfloksins. Flokkurin ger ikki meira við málið

Tað kann ikki verða ein trupulleiki hjá Tjóðveldisflokkinum, at Tórbjørn Jaobsen hevur skuldsett løgmann og Jørgin Niclasen fyri ikki at kenna mun á sínum og annara.
Tað sigur Heini O. Heinesen, formaður í tingbólki Tjóðveldisfloksins.
Tingmanning floksins hevur havt fund um málið, eftir at aðalstjórn Tjóðveldisfloksins á fundi leygardagin tók málið upp sum eitt flokspolitiskt mál, hóast Høgni Hoydal alla tíðina hevur sagt, at talan er um eitt persónligt stríð millum Tórbjørn Jaocbsen og Anfinn Kallsberg.
? Vit eru sjálvandi hørm um støðuna ? og serliga hørm um, at Tjóðveldisflokkurin sum flokkur verður drigin upp í málið, sigur Heini O. Heinesen. Hann heldur, at ikki minst Óli Breckmann hevur roynt at fáa Tjóðveldisflokkin at geva løgmanni »bláa stemplið«, men tað kann flokkurin ikki gera, sigur hann.
? Tað er sjálvsagt keðiligt fyri løgmansembætið, at slíkur ivi verður reistur ? eisini tað, at tað er ein tingmaður hjá einum samgonguflokki, sum reisir ivan. Men tað kann ongantíð verða uppgávan hjá Tjóðveldisflokkinum at geva Tórbjørni Jacobsen munnkurv ella líknandi, sigur Heini O. Heinesen.
Hann leggur afturat, at hetta eru vaksnir menn, og at teir mugu greiða handan trupulleikan sjálvir.
Heini O. Heinesen er ikki sinnaður at verða við til at seta eina grein 19 nevnd at kanna fortíðina hjá løgmanni. Hann hevur sjálvur sitið í einastu grein 19 nevnd, sum hevur verið sett eftir galdandi stýrisskipan, tann sum kannaði tað, sum fór fram í áttatiárunum. Út frá arbeiðinum har og teirri løgfrøðisligu ráðgeving, tey tá fingu, dugir hann ikki at síggja, ein ein slík nevnd kann setast at greiða málið um fortíðina hjá løgmanni.
Sostatt ger Tjóðveldisflokkurin einki við málið um løgmann.
? Men kemur okkurt annað fram seinni, so taka vit sjálvandi støðu til tað, sigur Heini O. Heinesen.