Kann kosta borgarum í Havn fleiri milliónir

Býráðslimir ivast ikki í, at nú fara allir skúlarnir at krevja teldlar til børnini, men tað verður avsannað

 

- Hetta kann fara at kosta skattaborgarunum í Havn fleiri milliónir.

Tað halda býráðslimirnir hjá Tjóðveldi í Havn.

Tórshavnar Býráð hevur samtykt at keypa børnunum úr 2. til 9. flokk í Venjingarskúlanum, hvør sín teldil.

 

Orsøkin til, at bara børnini í Venjingarskúlanum fáa teldil, og ikki børnini í øðrum skúlum, er einføld.

 

Og hon er, at Venjingarskúlin og Kommunuskúlin eru lagdir saman í ein skúla, og børnini í Kommunuskúlanum hava teldil.

 

Og býráðið vil ikki, at børnini í Venjingarskúlanum skulu vera verri fyri og tí fáa tey nú eisini teldil, so at tey kunnu fara undir næsta skúlaár á jøvnum føti við børnini í Kommunuskúlanum.

Hin møguleikin er at taka teldlarnar frá børnunum í Kommunuskúlanum og tað vildi býráðið ikki.

 

Teldlarnir kosta 1,2 milliónir, men eitt sindur av pengum er til taks, so nú hevur býráðið játtað 820.000 krónur afturat til endamálið.

 

Men býráðið ger eisini vart við, at her er talan um eina royndarverkætlan, sum skal eftirmetast við jøvnum millumbili við tí endamáli at vita, hvat gagn, børnini hava av at hava hvør sín teldil og at talgilda undirvísingina.

 

Men býráðslimirnir hjá Tjóðveldi ávara um hetta, tí tey ivast ikki í, at har ein skriða er lopin, er onnur væntandi.

 

Teir skilja støðuna, og at næmingarnir í báðum skúlunum vera á jøvnum føti. Men teir sakna eina haldgóða grundgeving fyri at lata øll børnini fáa teldil. Og skulu børnini hava teldil, kunnu skúlarnir keypa flokssett, sum børnini fáa til brúks, tá ið tørvur er á tí.

 

Men tey í Tjóðveldi ivast ikki í, at tá ið býráðið keypir nøkrum skúlabørnum teldil, gongur ikki leingi, so kemur kravið frá øllum hinum skúlum um eisini at fáa teldlar til næmingarnar. Og tað fer at kosta kommununi eitt nógvar milliónir.

 

Tey spyrja eisini um býráðið er sinnað at rinda kostnaðin, skuldi eftirmetingin víst at børnini hava gagn av at fáa hvør sín teldil.

 

Men tað avsannar umboðini fyri meirilutan í býráðnum. Tey leggja dent á, at hetta merkir ikki, at allir skúlar fáa teldlar til næmingarnar, tí hetta snýr seg bara um at allir næmingarnar á sama skúla skulu vera á jøvnum føti.

 

Men vísir eftirmetingin, at børnini hava stórt gagn av teldlum, er tað uppgávan hjá býráðnum.