Mynd: Birgir Waag Høgensen

Kann missa koyrikortið fyri at vera óansin

Eitt ferðsluóhapp var á Vestmannavegnum í gjárkvøldið

Mynd: Birgir Waag Høgensen

Stutt fyri midnátt varð boðað frá einum ferðsluóhappi á Høgareyni á Vestmannavegnum. Sambært løgregluni var talan um tveir bilar, sum koyrdu norðureftir.

Sýnið var vánaligt, og tá tann fremri bilurin brádliga høgdi bremsurnar í, tí ein seyður leyp út á vegin, eydnaðist ikki seinna bilinum at steðga. Hann rendi tí í tann fremra bilin.

Bilarnir fingu, sum myndirnar vísa, stóran skaða og kundu ikki koyra av staðnum.

Annar bilførarin fór á Landssjúkrahúsið til kanningar, men tað var mest av trygdarávum, sigur løgreglan.

Tað verður mett sum eitt álvarsligt brot ikki at halda frástøðu í ferðsluni, tí tað er stórur vandi fyri slíkum óhappum, um tú koyrir ov nær billin frammanfyri. Bótin fyri tað er 1.500 krónur umframt klipp í koyrikortið.

 

##med2##

Men stendst skaði av slíkum, so kann tað føra til, at koyrikortið ríkur.

Løgreglan fer nú at kanna umstøðurnar viðvíkjandi hesum ferðsluóhappinum nærri fyri at finna út av, hvør ein hóskandi revsing verður til bilføraran, sum rendi á.

 

Mynd: Birgir Waag Høgensen

Mynd: Birgir Waag Høgensen