Semja er í samgonguni um, at seta Ternuna inn í siglingina á farleiðini millum Havnina og Nólsoy. Samstundis verður eisini arbeitt við fyrireikingunum at byggja nýtt skip til farleiðina.
Strandferðslan hevur eisini fyrireikað seg til broytingarnar, sum krevjast fyri at skipið kann røkja siglingina til Nólsoyar.
- Tað er klárlagt, hvat skal gerast við skipini, og í løtuni bíða vit bert eftir grønum ljósi frá myndugleikunum at fara undir broytingarnar, sigur Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni.
Ein partur av málinum eru havnaviðurskiftini í Nólsoy, og tí var Strandferðslan saman við Jónsvein Lamhauge, havnameistara, og skiparunum á Rituni í Nólsoy og kunnaðu seg um atløgumøguleikarnar.
- Tosað varð um trý alternativ, og vit skiltust upp á at Tórshavnar kommuna skuldi kanna hesar møguleikarnar. Atløguspurningurin er fyri so vítt ikki okkara borð, men ein partur av málinum liggur eisini í, hvussu landið og Tórshavnar kommuna finna fram til, hvør skal gjalda hvat, sigur Bogi Mortensen.
Fundur hevur verið millum strandferðslustjóran, Jónsvein Lamhauge, Jákup Símun Simonsen, formann í havnanevndini, og Heðin Mortensen, borgarstjóra.
Málið um atløgumøguleikar liggur nú hjá havnameistaranum, sum skal finna fram til bestu og skjótastu loysnina.
Trygg farleið
Jákup Símun Simonsen, formaður í havnanevndini, sigur, at fyri hann er tað umráðandi, at farleiðin verður so trygg og álítandi, sum tilber.
- Tað ber ikki til, at tænastan verður verri enn hon er nú. Nólsoyingar hava higartil kunna litið á, at Ritan hevur flutt teir um fjørðin í góðari tíð at møta til arbeiðis klokkan átta, og tað mugu teir framvegis kunna líta á, tá Ternan fer at sigla, sigur Jákup Símun Simonsen.
Hann væntar ikki, at tíðarætlanin, sum Vinnumálaráðið hevur sett til 1. oktober, fer at halda.
- Mær hevði dámt betri, at hendan royndarætlanin var sett í verk fram móti sumri heldur enn móti vetri. Men sum tað sær út í løtuni vænti eg, at tað helst fer at líða fram móti vári, áðrenn klárt er at seta Ternuna inn í siglingina, við einari ferjulegu lidnari í Nólsoy, sigur formaðurin í havnanevndini.
Soleiðis sum Jákup Símun Simonsen skilir støðuna, eigur landið eina ferjulegu, sum kann setast upp úti í Nólsoy.
- Okkara partur verður so at gera fyrireikandi arbeiðið, so ferjulegan kann setast upp. Neyðugt verður við einari játtan fyri at gera hetta arbeiðið, men talan er um eina íløgu, sum gjarna skuldi goldið seg aftur við tíðini, sigur Jákup Símun Simonsen.
Sum nevnt so kannar havnaskrivstovan í løtuni møguleikarnar, og tað er í høvuðsheitinum tveir møguleikar, sum hugt verður eftir.
- Annar er at leggja ferjuleguna í horninum við »sukurmolan«, og tað tykist at vera tann loysnin, sum er skjótast og bíligast. Hin er heiman fyri flakavirkið, men tá má Landsverk upp í leikin at kanna, hvussu langt út sandurin gongur, og nær hella byrjar. Tað er ein longri og dýrari loysn, tí helst verður neyðugt at dýpa har, sigur Jákup Símun Simonsen.
Gott skip
Skipararnir á Rituni eru tiknir við upp á ráð, og serliga Karmal Olsen hevur drúgvar royndir umborð á Ternuni um Vestmannasund. Hann sigur, at Ternan hevur so góða maskinkraft, at tað ikki verður nakar trupulleiki at leggja at og sleppa frá aftur.
Hann sigur eisini, at talan er um eitt gott skip, og hann væntar heldur ikki, at tað verða trupulleikar at sigla um fjørðin.
Bogi Mortensen, Strandferðslustjóri, sigur, at teir í løtuni eru í einari bíðistøðu.
- Fyrireikingarnar eru lidnar frá okkara síðu. Vit hava við vilja ikki verið úti og biðið um tilboð, tí tey eru stuttfreistað, og tað gevur lítla meining at biða um tilboð, tá pengarnir ikki eru fingnir tikl vega, sigur Bogi Mortensen.
Tað er heldur ikki avgjørt, um alt skal gerast í einum, ella nakað verður gjørt nú og só restin einaferð komandi ár.
- Um ynski er at fáa eina skjóta loysn, so ber til at gera so mikið, at skipið kann sigla. Seta rullitangar í, gera lyftu og nakað tílíkt, so kann Ternan skrykkjast upp á land í næsta ár at gera restina, sigur Bogi Mortensen.
Heldur ikki hann roknar við, at tíðarásetingin 1. oktober fer at halda.
- Tað var uppi at venda, at gera eina ferjulegu, so Ternan bæði kann liggja eystur og vestur og suður og norð. Tað gevur sjálvandi nógv størri møguleikar at manøvrera alt eftir veðri og vindi, sigur Bogi Mortensen.
Hetta verður kortini trupult, um verandi ferjulega skal nýtast.
Fyribils verða so neyðugu kanningarnar gjørdar, samstundis sum tað skilst á lagnum, at fyrireikingar at byggja nýtt nólsoyarskip eru í gongd.