Kanna møguleikan at gera tunnil til fleiri bygdir

Landsstýrismaðurin í innlendismálum kannar nú møguleikan fyri, at landið keypir ein tunnilsbor, sum kann brúkast til at bora tunlar við til ymsar smábygdir runt um í landinum.

Tað hevur mangan verið ført fram, hví landsstýrið ikki útvegar ein tunnilsbor, so at Landsverk alla tíðina kann hava eitt tunnilslið til arbeiðis, sum kann bora nógvar av teimum tunlunum til ymsar smábygdir, sum tosað hevur verið um í nógv ár, men sum ongantíð verða raðfestir kortini.

Kári P. Højgaard sigur, at hann hevur fingið upplýsingar um, at tað finnast tunnilsborar, sum kunnu bora tunlar upp í 18 metrar í tvørmát og at ein góður, brúktur tunnilsborur av hesum slagnum kann fáast til keyps fyri einar 20 milliónir

Nú hevur hann biðið Landsverk kanna møguleikarnar og gera eina meting.

Sjálvur heldur Landsstýrismaðurin, at letur hetta seg gera, kann hetta verða eitt góður máti at bora styttri tunlar upp á, sum eisini er nógv bíligari enn vanligir tunlar.

Hetta kundi givið nógvum smábygdum eitt væl betri vegasamband, tó at tað ikki vera teir forkromaðu tunlarnir, sum annars verða gjørdir, har nógv ferðsla er.

Í hesum sambandi verður hugsað um tunnil til Fámjins, Tjørnuvíkar, Dals, Gjáar og aðrastaðir, har tosað hevur verið í áravís um at gera tunlar í áravís, men har onki kortini hendir.