Heimleys, sum bara hava Herbergið hjá Frelsunarherinum at dúva á, mugu verða úti allan dagin, tí Herbergið er bara opið um náttina.
Men hetta ber ikki til, heldur leiðarin á Herberginum.
- Nógv av fólkunum, sum gista hjá okkum, eru ikki før fyri at ganga og mæla í 12 tímar hvønn dag, og tí eigur tað at verða ein skylda hjá samfelagnum at bjóða teimum okkurt stað at verða um dagin, sigur Niels Edvard Olsen.
- Vit hava ikki fíggjarliga orku til at hava opið um dagin eisini, men vit kanna møguleikarnar fyri at gera eitt dagstilhald fyri heimleys, so uppskotið í minsta lagi er har, sigur hann.
Tað sum ber til
Herbergið hjá Frelsunarherinum letur upp klokkan 10 á kvøldi, og 12 tímar seinni seinni skulu gestirnir verða úti aftur.
- Tað, sum vit bjóða teimum heimleysu, er eitt minstakrav, og tað sum vit eru før fyri at bjóða, sigur Niels Edvard Olsen, sum hevur eitt starvsfólk afturat sær.
Tórshavnar kommuna og landið gjalda samanlagt 450.000 krónur til lønir hjá teimum, sum starvast á Herberginum. Harafturat koma leiguinntøkur frá teimum, sum eru fastbúgvandi á Herberginum, og tað fer til raksturin av húsinum.
- Tá vit so eisini fáa onkrar gávur, melur raktsturin so nøkunlunda runt, sigur Niels Edvard Olsen.
Alneyðugt við dagtilboði
At heimleys ikki kunnu halda til á Herberginum um dagin ger, at tey verða noydd at ganga og mæla í Havnini frá morgni til kvøld.
- Summi hava kanska okkurt vinfólk at fara til, men nógv ganga bara og mæla, og handilslívið er til dømis misnøgt við hetta.
- Eitt er, at tey heimleysu ganga á gøtuni, nú vit hava havt eitt sera gott summar, men støðan hjá teimum gerst rættiliga vónleys, tá veturin kemur við kulda og kava. Tað er alneyðugt við einum dagtilhaldi, so tey hava onkrastaðni at fara í vetur, sigur Niels Edvard Olsen, leiðari á Herberginum.
Dagar á gøtuni
Í leygardagsblaðnum greiddi 56 ára gamli og heimleysi Martin Eliassen frá, at hann hevði trupult við at verða úti so leingi, tí hann er illa gongdur og heilsan er vánalig.
- Eg plagi at fara á bóksavnið at lesa bløðini, men har ber ikki til at verða sitandi fyri dagin. Onkuntíð eri eg á farstøðini ella koyri eina løtu í einum býbussi, greiddi Martin Eliassen frá.
- Eg kann ikki leggja meg á nakran bonk, tí so kemur løgreglan og sigur, at eg má ikki sova á einum bonki í býnum.
Martin er ikki einsamallur. Nógv onnur heimleys verða noydd at verða úti allan dagin, og nú veturin stendur fyri durðum eru tey rættiliga farin at stúra fyri tilveruni.