Á kriminaldeildini hjá løgregluni í Havn vistu teir einki um, at føroyska heimasíðan www.vitin.fo hevur beinleiðis slóð til pornografiskar heimasíður uttan fyri landoddarnar. Virkandi leiðarin á kriminaldeildini, Georg Otthamar, sigur, at tað er ólógligt hjá føroyskum heimasíðum at hava slóðir til ella reklamera fyri pornografiskt tilfar, og tí verður beinan vegin farið undir at kanna málið. Georg Otthamar sigur, at tað er ikki loyvt føroyskum avísum, tíðarritum, heimasíðum og øðrum miðlum at prenta ella lýsa við pornografiskt tilfar, og tí fer løgreglan í Havn beinan vegin í holt við málið.