Kanna tørvin á tvískattasáttmálum

Føroya Arbeiðsgevarafelag er í løtuni í holt við at kanna tørvin hjá føroyskum fyritøkum á fleiri tvískattasáttmálum.

Tvískattasáttmálar eru altjóða sáttmálar, sum verða gjørdir millum tvey ella fleiri lond við tí endamáli at sleppa undan, at sama inntøka verður skattað tvær ferðir. Sáttmálarnir tryggja at inntøka, ið verður forvunnin og skattað í einum landi, ikki eisini verður skattað í heimlandinum hjá persóni ella fyritøku. Tað kann eisini vera øvugt.

Kanningin verður gjørd, tí tað er ikki óvanligt, at føroyskar fyritøkur síggja handilsligar møguleikar uttanlands, har tey sum útgangsstøði eru kappingarfør, men tvørligu skattaviðurskiftini landanna millum ger, at tey missa hetta kappingarførið. Hetta er ein óneyðug avbjóðing, ið minkar um møguleikarnar hjá fyritøkunum.  Hetta er ein óneyðug avbjóðing, ið minkar um møguleikarnar hjá fyritøkunum.

Kanningin er eisini ein liður í einum arbeiði hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og landsstýrinum,  sum hevur til endamáls at greina nærri, hvørji stig eru neyðug at taka fyri at fáa fleiri tvískattasáttmálar í lag.

Vilja limir siga sína hugsan um tørvin á fleiri tvískattasáttmálum, eru tey vælkomin at seta seg í sambandi við Vinnuhúsið.

FAKTA: Hvussu kunnu Føroyar fáa fleiri tvískattasáttmálar?

Hjá Føroyum eru yvirskipað tríggir ymiskir leistir fyri fáa fleiri tvískattasáttmálar undir land.

 

• Samráðast um egnar sáttmálar

 

Føroyar kunnu beinleiðis fara undir samráðingar við onnur lond.

• Knýtast at verandi donskum sáttmálum

Flestu tvískattasáttmálar, sum Danmark hevur við onnur lond, innihalda longu ásetingar um, at tað er møguligt at víðka teir til eisini at umfata Føroyar og Grønland.

• Samráðast um egnar avmarkaðar sáttmálar

Føroyar kunnu eisini samráðast um tvískattasáttmálar, sum avmarka seg til bert at fevna um ávísar inntøkur. Sum dømi kann nevnast, at Grønland gjørdi í 2008 ein tvískattasáttmála við USA, sum bert fevnir um inntøkuskatt frá altjóða ferðslu.