Kannaðu ferðslu við skúla og tóku prutl

Løgreglan tók nøkur prutl í Hoyvík í gjár

Á strekkinum á Vegnum Langa millum báðar gonguteigarnar, er ferðslan niðursett til 30 km um tíman. Tað merkir, at koyrir tú meira enn 42 km um tíman her, so fært tú klipp í koyrikortið

Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðmátingar á Vegnum Langa framman fyri Hoyvíkar Skúla, komu nøkur prutl framvið, sum løgreglan helt vera illgrunasom.

Tað eru nógv prutl, sum ikki eru í lógligum standi, og har trygdarútgerð ikki er í lagi, sigur vakthavandi á politistøðini. Løgreglan vildi ynskt, at foreldur vóru meira varug við støðuna hjá prutlunum, sum børn teirra koyra við, tí støðan er ikki góð, sigur vakthavandi.

Ein trupulleiki er, at tey steðga heldur ikki, tá løgreglan steðgar teimum, men koyra undan løgregluni fyri eitt gott orð.

– Ikki tí, vit fáa fatur á teimum til síðst, men støðan er bara ikki góð. Fleiri sløkkja eisini ljósini og koyra uttan ljós, sum er sera vandamikið, sigur hann.

Framman fyri Hoyvíkar skúla, er eins og við aðrar skúlar eitt øki, har ferðin er niðursett frá 50 km um tíman til 30 km um tíðman. Tað merkir, at koyrir tú meira enn 42 km um tíman fram við í hesum føri Hoyvíkar skúla, so er vandi á ferð, tí har ferðin er niðursett, so er talan um ávikavist 15 km um tíman og nógv fyri at fáa klipp og 20 km um tíman ov nógv fyri at fáa treytaða frádøming. So tað ræður um at vera serliga árvakin í øki, har ferðin er niðursett.

Løgreglan kannaði eisini ferðslu við skúlan á Argjahamri, og har sá gott út, tí eingin varð uppskrivaður, ikki so frægt sum at nøkur átala varð givin, sigur vakthavandi, sum rósar teimum á Argjum fyri at vera fyrimyndarlig í ferðsluni í gjár.

 

 

Á strekkinum á Vegnum Langa millum báðar gonguteigarnar, er ferðslan niðursett til 30 km um tíman. Tað merkir, at koyrir tú meira enn 42 km um tíman her, so fært tú klipp í koyrikortið