Kannaðu illgrunasama tasku í Kastrup

Bumburserfrøðingar og servandir hundar kannaðu seinnapartin eina tasku á flogvøllinum í Kastrup

Løgregla, bumbuserfrøðingar og servandir hundir vórðu seinnapartin boðsendir til flogvøllin í Kastrup í Keypmannahavn.

 

Orsøkin var, at eingin kendist við eina tasku, sum lá jarnbreytarstøðini undir flogvøllinum.

 

Tokferðslan var steðgað og økið avbyrgt, meðan taskan varð kannað av serkønum fólki.

 

Tað vísti seg, at einki vandamikið var við taskuni. Ein familja á ferð hevði gloymt taskuna eftir.