Kanning: SF størri enn danski Javnaðarflokkurin

SF yvirhálar Javnaðarflokkin við 18,8 prosentum av atkvøðunum, meðan stjórnarflokkurin gongur aftur til 18,8 prosent

SF við Piu Olsen Dyhr á odda er landsins størsti flokkur í eini veljarakanning hjá Voxmeter. (Arkivfoto). - Foto: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix

SF er fyri fyrstu ferð størsti flokkurin í Danmark í eini veljarakanning frá Voxmeter.

Flokkurin stendur til at fáa 18,8 prosent av atkvøðunum.

Samstundis stendur Javnaðarflokkurin bara til at fáa 18,4 prosent, og tað er fyrstu ferð í næstan 10 ár, at Javnaðarflokkurin ikki er størstur.

Tað er eisini ein munandi afturgongd frá valinum í 2022, tá flokkurin fekk 27,5 prosenta av atkvøðunum.

Framgongdin hjá SF er á leið líka stór. Flokkurin hjá Piu Olsen Dyhr fekk 8,3 prosent av atkvøðunum.

Tað er ein statistisk óvissa í kanningini upp á 2,4 prosentstig.

Fyri Javnaðarflokkin er talan um lakastu kanning í hesum stjórnartíðarskeiðinum.

Tað er eisini ringasta kanning fyri flokkin, meðan Mette Frederiksen hevur verið forkvinna.

Í árunum undir Helle Thorning-Schmidt í 2011-2015 lá flokkurin onkuntíð lægri í kanningum hjá Voxmeter.

Í mai í 2013 var Javnaðarflokkurin soleiðis máldur itl 15,8 prosent.

Fyri teir tríggjar stjórnarflokkarnar heldur afturgongdin fram. Javnaðarflokkurin, Vinstra og Moderatarnir standa í kanningini til bara at fáa 62 tingsessir, ella 34,6 prosent av atkvøðunum.

Vinstri er máldur til 9,7 hjá Voxmeter, og flokkurin liggur harvið tætt við at fáa tíggjundu hvørja atkvøðu, sum flokkurin hevur gjørt í teinum seinsastu trimum kanningunum.

Til ES valið 9. juni fekk Vinstri 14,7 prosent av atkvøðunum og tveir sessir í ES tinginum.

 

##med2##

Tað var ein stór afturgongd samanborið við síðsta ES val í 2019, tá Vinstri gjørdist landsins størsti flokkur við 23,5 prosentum av atkvøðunum.

Men hinvegin var tað ein munandi framgongd í mun til tað, sum flokkurin í leingi er máldur til í kanningum undir Troels Lund Poulsen sum formanni.

Moderatarnir, sum akkurát tryggjaðu sær ein sessi í Evropatinginum við 5,9 prosentum av atkvøðunum, standa í kannignini frá Voxmeter at fáa 6,5 prosent.

Tað eru fýra tingsessir færri enn á valinum í 2022, tá flokkurin fekk 9,3 prosent.

/ritzau/

 


 

 

SF við Piu Olsen Dyhr á odda er landsins størsti flokkur í eini veljarakanning hjá Voxmeter. (Arkivfoto). - Foto: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix

Fólk eru spurd um, hvønn flokk tey høvdu valt, um fólkatingsval var í morgin