Rynkeby steðga við býráðshúsini í Norðragøtu

- Øll eru vælkomin framvið at heilsa upp á "rynkurnar" og ynskja teimum ein góðan túr, siga tey í Eysturkommunu.

Team Rynkeby-súkklararnir eru nú farnir úr Klaksvík, og leiðin verður løgd framvið býráðshúsunum í Norðragøtu.

 

- Hetta er síðsti túrur hjá súkklarunum, áðrenn tey fara av landinum og leggja leiðina til París.

 

Í Eysturkommunu vænta tey, at súkklararnir steðga við býráðshúsini í Norðragøtu í dag frá umleið klokkan 12.20 til 12.35.

 

- Her eru øll vælkomin at heilsa upp á "rynkurnar" og ynskja teimum ein góðan túr, siga tey í Eysturkommunu.