Herfyri kom eldur í trolaran Slættaberg, sum liggur við bryggju í Klaksvík. Skipið er ikki í vinnu, men skal seljast sum gamalt jarn.
Sambært løgregluni høvdu ungfólk verið umborð í skipinum nakrar tímar, áðrenn eldurin kyknaði, men tað er eingin, sum sigur, at hetta hevði nakað við eldin at gera.
Í vikuni kom eisini eldur í City Church í Havn, og her heldur løgreglan, at eldurin eftir øllum at døma kyknaði í fýrrúminum.
Í morgun visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga, at kanningar skulu gerast bæði av eldinum umborð í Slættabergi og í City Church.
- Vit hava havt forfall á støðini, men gongur, sum ætlað, verða hesar kanningar helst gjørdar í morgin, sigur løgreglan í morgun.
City Church hevur fingið stóran skaða í eldinum, og sambært vaktleiðaranum sleppur eingin inn í bygningin, fyrr enn kanningar eru gjørdar.
##med2##