Kanska eydnast tað hjá DR Big Band at lenda

Tá Danmarks Radio Big Band vónandi lendir í Vágunum týsdagin, í sambandi við konsertina saman við Eivør Pállsdóttir, er hetta triðju ferð, at ætlanin hevur verið at fingið besta dansk big bandið til Føroyar, men hinar báðar ferðirnar, hevur veðrið gjørt, at tey 25 fólkini í ferðalagnum ikki eru sloppin at lenda í Vágunum.

G!Music, ið skipar fyri konsertini sigur, at tey vóna, at triðja ferð er hepna ferð. Konsertirnar verða
í Læraraskúlahøllini hóskvøldið 13. oktober kl 20.00 og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldið 14. oktober kl 20.00