Deyði Arafat kann vera ein nýggjur møguleiki fyri friði millum palestinar og ísraelar. Hetta heldur formaðurin í felagnum Vinir Ísraels, Dánjal Poulsen. Hann metir, at ein nýggj vælvirkandi, demokratisk palestinsk leiðsla kann fáa stóran týdning fyri møguleikunum at fáa frið í lag.
? Ein væl skipað palenstinsk leiðsla, sum fyrst og fremst er før fyri at skapa lóg og landaskil, kann eisini vera við til at skapa frið í Miðeystri. Vit hava góðar vónir til at nýggja leiðslan fer at virka fyri einum friðarsáttmála, sigur Dánjal Poulsen.
? Tey seinastu fýra árini hava verið merkt av nógvum yvirgangi móti tilvildarligum málum í Ísrael, og tað kann ikki halda fram, sigur Dánjal Poulsen.
Spurningur: Var Arafat so ein forðan fyri at fáa frið í lag?
? Tað er ikki vist at Arafat einsamallur var forðanin fyri friðinum. Um tað vísir seg, at tann nýggja palestinska leiðslan hevur somu støðu sum hann, so var tað ikki Arafat, ið var avgerandi, sigur Dánjal Poulsen.
Felagið Vinir Ísraels hevur í dag um eitthundrað limir. Formaðurin sigur, at felagið hevur tað grundsjónarmið, at jødarnir hava rætt til landið Ísrael, við tað at Gud lovaði Ábrahami hetta økið til fólk sítt. Felagið metir eisini, at bíblian staðfestir, at jødarnir eru eitt serstakt, útvalt fólk, sum er sera týdningarmikið fyri allan heim. Føroyska vinafelagið er langt frá tað einasta av sínum slagi. Ì nógvum londum eru ísraelsk vinafeløg.
? Høvuðstrupuleikin er at palestinar so treyðugt vilja góðtaka jødar og aðalmálið hjá PLO er at beina fyri Ísrael.
- Hetta hava vit sæð við tað at teir gera onki fyri at steðga teimum víðgongdu bólkunum at fremja yvirgang móti Ísrael.
Yvirgangsmaður
Sum tað eisini stendur at lesa aðrastaðni á Tinghelluni, so eru nógv ymisk orð nýtt at lýsa Yassir Arafat. Dánjal Poulsen heldur tað vera sera torført at kalla Arafat fyri nakað annað enn ein yvirgangsmann.
? Hann var yvirgangsmaður í Fatha í 1964 tá hann stovnaði PLO, og eg havi onki hoyrt um at hann broytti sína støðu. Í mínum hugaheimi var Arafat yvirgangsmaður og als ikki statsmaður ella diplomatur, sigur Dánjal Poulsen.
Í sama viðfangi sigur Dánjal, at Arafat tosaði við tveimum tungum. Hann tosaði eitt á enskum fyri vesturlendskum fjølmiðlum, og nakað heilt annað á arabiskum, við sínar egnu.
Dánjal heldur ikki, at Arafat gjørdi nakað fyri at finna semju millum stríðandi partarnar.
? Í sambandi við friðarsamráðingarnar við amerikanska forsetanum á odda, í Camp David í 2000, fekk Arafat eitt óhoyrt tilboð: Alt Gaza og næstan alt Judea og Samaria (vestara áarbakka) men hann segði "nei takk". Eg vænti at tað verður seinur dagur at teir fáa eitt tílíkt tilboð aftur. Hví segði hann nei takk?: Jú, um hann segði ja takk, so hevði hann samstundis góðtikið Ísrael, og tað bar honum ikki til, sigur Dánjal Poulsen.
Torført at fáa frið
Sum áður nevnt heldur Dánjal Poulsen tað vera sera trupult at fáa semju í spurninginum um landamørk, og hvar palestinar skulu hýsast.
? Hetta er eitt mál, sum gongur eini 4000 ár aftur í tíðina, og tað verður ikki lætt at loysa. Eg trúgvi ikki, at tað ber til at finna fulla semju millum árabar og jødar, men ein friðaravtala eigur at bera til. Munurin millum partarnar er alt ov stórur, og tað býr so nógv aftanfyri, sigur Dánjal Poulsen.
Í analysuni aðrastaðni í Tinghelluni verður ført fram, at tað kunnu setast spurnartekin við, um Sharon er rætti maðurin fyri at fáa frið í lag í Miðeystri. Dánjal Poulsen er av teirri sannføring, at tað ikki er avgerandi, hvør situr við ræði í Ísrael. Ongin jødi vil av við land sítt.
? Eg trúgvi ikki, at tað er betri at velja onkran annan heldur enn Sharon. Hann er demokratiskt valdur leiðari fyri landið, og vilja ísraelar ikki hava hann sum leiðara, so velja teir onkran annan næstu ferð. Tað eigur ongin uttan fyri Ísrael at blanda seg uppí, sigur Dánjal Poulsen.
Eiga ongan stat
Ynski hjá palestinum er at fáa sín egna stat. Stríðið hevur verið langt og drúgt, og sum tað stendur skrivað omanfyri, er tað ikki líkt til, at tað verður nakar happy end í bræði.
Spyrja vit formannin í Vinir Ísraels, so hava palestinar als ongi søgulig rættindi til nakran stat burtur av Ísrael. Palestina varð sundurbýtt millum árabar og jødar í 1922. Arabiski parturin kallaðist Transjordania, og har var gott pláss til allar palestinar ið ikki vildu búgva millum jødarnar.
? Nú tosa øll um, at palestinaárabar skulu hava sín egna stat, men hvør skal geva teimum hann, spyr Dánjal Poulsen.
Besta boðið upp á eitt palestinskt landaøki til teirra nýggja stat heldur Dánjal vera, at Egyptaland gav teimum eitt øki. Yassir Arafat var jú egypti, so tað skuldi verið so líkatil.
? Palestinar fáa ikki bæði Gaza og Vestara Áarbakka; tað ber snøgt sagt ikki til. Heldur kundu teir kanska fingið Gaza og ein part av Sinai frá egyptum; men árabar hava tíverri ikki rætt hond frá síðu at hjálpa teirra egnu brøðrum, sigur Dánjal Poulsen at enda.