Kanska sleppa børnini at skreiða

DMI boðar frá kulda og kava alla vikuna

Komandi dagarnar fer køld luft við vetrarælum at floyma inn yvir Føroyar av norðri og landnyrðingi. Hendan luftin verður skapt millum eitt sterkt hátrýst yvir Grønlandi og Íslandi og eitt lágtrýst, sum liggur sunnan fyri og eystan fyri Føroyar.

 

Í dag

Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella heglingur. Hitin millum 2 og 5 stig, í nátt møguliga undir frostmarkið í støðum.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul, yvihøvur av norðri, 5 til 10 m/s, um náttina upp í strúk í vindi, 13 m/s. Okkurt vátaslettings- ella kavaæl, men eisini onkrir sólglottar. Hitin um dagin millum 1 og 5 stig, um náttina undir frostmarkið.

 

Týsdagin

Gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Kavaæl og møguliga sólglottar. Hitin um dagin millum frostmarkið og 4 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig.

 

Mikudagin

Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum um náttina øtlar upp í hvassan vind, um 15 m/s. Skýggjað og kavaæl. Hitin úr frostmarkinum og upp í 5 stig.

 

Hósdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi og seinni norðri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og kavaæl. Hitin úr frostmarkinum og upp í 5 stig.

 

Fríggjadagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og kavaæl nógvastaðni. Hitin úr frostmarkinum og upp í 5 stig.