Helena Dam á Neystabø Vegna Sjálvstýrisflokkin
Sjálvstýrisflokkurin hevur skotið upp fyri Løgtinginum, at merkið, føroyska flaggið, fær eitt sjálvsagt heiðurspláss inni í Løgtinginum. Tað man helst undra mangan, at merkið als ikki er at síggja nakra staðni í Løgtinginum. Tað er hóast alt í Løgtinginum at evsti og hægsti myndugleiki í Føroyum starvast. Her verða karmarnir gjørdir, sum skulu tryggja landi og fólki eitt gott samfelag. Í merkinum sameina vit alt sum føroyskt er, hetta symbol ber í sær stóran og margfaldan týdning um fólk, mentan, náttúru, søgu, trivnað, vinnulív, fiskiskap, ja eisini okkara kenslur, vónir og framtíðarhugsjónir síggja vit í merkinum. Virðir, ið eiga at liggja til grund fyri øllum tí arbeiði, ið Løgtingið ger.
Tað finst eingin betri áminning á løgtingsmenn altíð at tæna fólki og landi í arbeiði sínum.
Men nú kemur so tað allar mest undrunarverda. Fyrsta tekin frá formansskapinum í Løgtinginum um, at brævið frá Sjálvstýrisflokkinum er komið vegin fram, stóð at lesa í Dimmalætting leygardagin. Har verður løgtingsformaðurin endurgivin fyri at siga, at helst kemur merkið ikki á ting, tí tað er óføroyskt.
Hetta er fullkomiliga óskiljandi tala. Er tað veruliga so galið, at tað finnast tingfólk, ja enntá tjóðveldisfólk, ið ikki orka at síggja merkið í dagliga arbeiði sínum í Løgtinginum.
Skiljið tað, hvør ið skilja tað kann. Vit í Sjálvstýrisflokkinum skilja tað ikki, og vóna framvegis at formansskapurin gongur hesum skilagóða ynski og uppskoti á møti. Og vit vænta at fáa eitt svar.
Tað kann væl ikki vera so illa vorðið, at bert tí at uppskotið ikki kom frá Tjóðveldisflokkinum, men frá Sjálvstýrisflokkinum, so er tað kolldømt av tingformanninum, sum er tjóðveldismaður.