Kanska val í Bretlandi 6. mai

Politiskir eygleiðarar í Bretlandi rokna við, at Gordon Brown, forsætisráðharri, fer at boða frá, at parlamentsval verður tann 6. mai. Boðini koma væntandi týsdagin. Tað er kortini ikki serliga hugaligt hjá forsætisráðharranum at skriva út val, tí sambært meiningakanningunum fara hann og Labour at tapa valið.

Formaðurin í konservativa andstøðuflokkinum, David Cameron, segði í dag við Sky News, at hansara flokkur er til reiðar at fara undir valstíðið.

Sambært reglunum skal Gordon Brown fara á Buckingham Palace at biðja Elizabeth drotning senda Parlamentið til hús. Síðani kann valstríðið byrja.