Kappa sambandið við Føroyar

Samgongan skerjir møguleikarnar hjá lesandi føroyingum uttanlands at varðveita tilknýti til Føroyar

Hetta er ikki at styrkja sambandið hjá føroyskum lesandi uttanlands, við Føroyar. Tvørtur ímóti fer hetta at skerja møguleikarnar at varðveita tilknýti til Føroyar.

 

Tað siga tey í Meginfelag Føroyskra Studenta, MFS.

 

Tey fegnast um, at ætlanin er at geva lesandi í Føroyum eisini lestrarstuðul tann 12 mánaðin í árinum. Men tey harmast um, at fíggingin verður tikin av ískoytinum, føroysk lesandi uttanlands fáa til flogferðir heim.

 

Tey vísa á, at ferðastuðulin hjá føroyskum lesandi uttanlands, var einaferð 4800 krónur um árið, so varð hann skerdur niður í 2400 krónur og nú er hann skerdur niður í 1500 krónur um árið.

 

Grundgevingin hjá samgonguni fyri at lækka ferðastuðulin, er, at prísurin á flogferðaseðlum er so nógv lækkaður seinastu tíðina. Men í MFS taka tey hetta, sum at føroyskir politikarar leggja minni og minni í tey, sum lesa uttanlands, tí ferðastuðulin er alsamt minkaður.

 

Men tey vísa á, at marknaðurin broytist í heilum og hvør veit um ferðaprísurin er tann sami um eitt ella tvey ár. Kunnu vit tá aftur vænta, at ferðastudningurin fer at hækka, spyrja tey. Men tað loyva tey sær at ivast í.

 

Hetta snýr seg ikki um almennu Føroyar hava ráð til tað, men um eina manglandi politiska raðfesting.

 

Og tey spyrja um støðan nú er tann, at landsstýrið ikki kann raðfesta lesandi í Føroyum uttan at niðurraðfesta føroysk lesandi uttanlands, spyrja tey í MFS

 

Tey vísa á, at endamálið við ferðastudninginum er at fáa føroyingar, ið leita sær til onnur lond í útbúgvingarørindum, at koma heim til Føroyar aftur eftir loknan lesnað.

 

Hetta verður gjørt við at stuðla fíggjarliga soleiðis, lesandi, og børn teirra kunnu koma heim til Føroya fyri at varðveita tilknýtið til móðurlandið.

 

– Vit undrast á, at Landsstýrið, heldur enn at fegnast um, at ferðaprísurin er lækkaður, sp at studningurin røkkur til næstan tvær ferðir heim um árið, skerjir ferðastudningin og soleiðis tvíhalda um, at studningurin bara skal røkka til eina ferð heim.

 

Tey í MFS mæla samstundis til. At studningur til lesandi verður prístalsviðgjørdur, so at hann fylgir við prísvøkstrinum.