Fótbóltsfjepparar plaga at vera tey, sum sita í djúpum sofum ella høgum barrstólum og skræða seg um avrikinini hjá enskum ella sponskum, og øðrum útlendskum fótbóltsliðum og leikarum.
Men nú sleppa fjeppararnir sjálvir at royna seg, tí tann 22. juni verður fótbóltskappinging ímillum føroysku fótbóltsfjepparafeløgini á Eysturvølli.
Hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri slíkari kapping.
Í fjør var tað sjálvur løgmaður, sum setti kappingina og tá ið liverpoolarar av Argjum nakrar tímar seinni lyftið steypið, var yvirhøvur semja um, at hetta tað hevði verið eitt gott tiltak, siga fyrireikararnir, sum eru teir føroysku Chelsea fjeppararnir.
Vinnandi liðið fær steyp og heiðursmerki, og kann kalla seg Føroyameistara í fjepparafótbólti líka til næsta summar.
Eisini verða "Rætt at skræða seg" vinningar lætnir til besta leikararan og toppskoraran.
Nú so nógvir fjepparar eru savnaðir, verður høvi til nógvan hugna, nógv fótbóltsprát og okkurt gott av grillini.
- Nøkur av stóru evnunum vera ivaleyst skattasvikið hjá Messi, hvar Rooney endar, um Zlatan er tann nýggi Balotelli, um Mourinho er tann nýggi Mourinho, og mangt annað, siga føroysku Chelsea fjeppararnir.