Kapping um høvd

Trølla-Pætur skal hava eitt systkin. Spurningurin er so, hvussu nógv høvd tað skal hava

 

Í dag er seinasti dagur at gita um, hvussu nógv høvd Trøllabarnið fer at fáa.

Trølla-Pætur fer 10. mars at fáa eitt systkin, og í hesum sambandi verður skipað fyri eini kapping um, hvussu nógv høvd Trølla-barnið fer at fáa.

Børn ? ella onnur sum hava hug ? kunnu atkvøða á heimasíðuni hjá Trølla-Pæturi, og valið stendur millum 2, 5 og 7 høvd.

Trølla-Pætur sigur, at sera nógv hava roynt at gita, hvussu nóvd høvd Trøllabarnið fær, men enn eru stundir at gita. Seinasta freist er í dag.

Lutakast verður millum tey, sum gita rætt, og vinningurin er eitt gávukort frá BR Leikum.