Kappingarkommisserur hevði fyritøku í skattaskjóli

Fyrst vórðu tað Panama skjølini og nú eru tað Bahamas skjølini.

 

Bahamas skjølini avdúka, eins og Panama skølini gjørdu, at nógvar fyritøkur skráseta seg á Bahamas, við tí endamálið at sleppa undan at rinda skatt í heimlandi, men heldur rinda lágan skatt í einum skattaskjóli.

 

Hóast tað ikki neyðturviliga er ólógligt, so er tað sera óheppi, at stjórar, politikkarar og onnur høgt sett í samfelagnum, sníkja seg undan skattaskipanini í sínum egna landi, tí tey meta hana verða ov stranga.

 

Á listanum hesuferð eru millum annað Amber Rudd, innlendismálaráðharri í Bretlandi, og Neelie Kroes, fyrrverandi ES kommisserur í kappingarmálum.

 

Bæði Rudd og Kroes hava ikki upplýst, at tær hava havt fyritøkur, ið eru skrásettar á karibisku skattaskjólinum. Enn er óvist hvørjar fylgjur tað fer at fáa.