Kappingin hálvrunnin seinnapartin

Toppdystur og grannauppgerðir eru á skránni ídag

Fjúrtanda umfar í Effo-deildini verður seinnapartin.  Harvið verður kappingin álvrunnin, tá ið síðsta bríkslið verður á Skála, tá ið klokkan verður knapt sjey í kvøld. Allir dystirnir vera klokkan 15 uttan tann millum Skála og AB, sum verður klokkan 17.

 

Toppdysturin verður í Klaksvík, har grannarnir í Víkingi fara at vitja. KÍ er topplið, og Víkingur er á øðrum plássi – eitt stig frá oddasessinum.

Í Gundadali verður grannastríð millum HB og B36. Meðan B36 er væl fyri og framvegis hevur góðar møguleikar at vera við í FM kappingini, so snýr tað hjá HB seg um at venda gongdini, sum er orsøk til, at HB er ellivu stig frá toppinum og seks stig frá europeiskum plássi.

 

NSÍ er í Suðuroy, har TB við nýggjum venjara verður vertur. Tá ið liðini fyrr í ár hittust við Stórá, vann TB 2-1.

 

Oyggjauppgerð verður í Fuglafirði, har B68 verður mótstøðuliðið hjá ÍF. Fuglfirðingar hava møguleika at lyfta seg upp á fimta plássið, meðan setningurin hjá B68 er at vinna fyrsta sigurin á árinum.

 

Bæði hjá Skála og AB er setningurin at sleppa undan hóttanini av niðurflyting. AB er undir strikuni, meðan Skála hevur eitt stig fleiri enn AB og er tvey pláss ovari á støðutalvuni enn AB.

 

Líkindini at spæla fótbólt eru av teimum bestu. Tað verður turt, sólin fer at skína, hitin verður ellivu stig, og lotið av eystri og landsynningi verður lítið og einki.

 

KÍ-Víkingur: Alex Troleis kl. 15.00

ÍF-B68: Petur Reinert kl. 15.00

Skála-AB: Lars Müller kl. 17.00

HB-B36: Eiler Rasmussen kl. 15.00

TB-NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

 

Støðan

KÍ 29

Víkingur 28

B36 25

NSÍ 24

HB 18

ÍF 18

Skála 10

TB 10

AB 9

B68 6