Kappingin harðnar

Fótbóltur: Seinna bólkaspælið í europeisku meistarakappingini er nú farið at halla, og meðan bólkur A at kalla er avgjørdur, eru framvegis trý lið í bólki B, sum hava góðan møguleika at leika seg fram til fjórðingsfinalurnar

Í bólki A og B vórðu til samans leiktir fýra dystir týsdagin. Eftir hesar er greitt, at Barcelona í bólki A longu hevur tryggjað sær víðari luttøku í kappingini, maðn Manchester United, Fiorentina og Valencia framhaldandi berjast um rættin til luttøku í fjórðingsfinalunum.


Bólkur A

Barcelona komið víðari

Spanska stórfelagið, Barcelona, gjørdist fyrsta liðið, sum tryggjaði sær luttøku í fjórðingsfinalunum.

Hetta hendi eftir at teir týskvøldið eisini vunnu seinnu iberisku uppgerðina móti Porto.

Kósin varð sett móti endanum av fyrra hálvleiki, tá eitt hornaspark frá Figo endaði hjá Abelardo, sum langaði bóltin í meskarnar handan Vitor Baia í portugisiska málinum.

Dysturin varð í roynd og veru avgjørdur, tá eitt korter varð leikt av seinna hálvleiki. Barcelona fekk fríspark uttan fyri brotsteigin, og sum ikki einaferð var brasiliumaðurin, Rivaldo, neyvur, og sendi hann bóltin dygst inn um stongina.

Eftir hetta royndi Porto at trýsta móti Barcelona málinum, og nakrir møguleikar spurdust eisini burtur úr hesum. Barcelona hevði tó sanniliga eisini møguleikar at økja um leiðsluna, men mál komu so ikki fleiri í dystinum.

Eftir dystin var hollendski venjarin hjá Barcelona, Louis van Gaal, sera fegin um úrslitið. - Tað er flott av okkum, at vit longu hava tryggjað okkum víðari luttøku í kappingini, og tað haldi eg ikki, at nakað annað felag kann breggja sær av í løtuni, helt hollendingurin fyri, og legði hann afturat, at tað er týdningarmikið at gerast vinnari av bólkinum, við tað at hetta ávirkar, hvørji lið ein kann hitta í næsta umfarinum.

Í hinum dystinum í bólkinum, sum var millum Sparta Prag og Hertha Berlin, eydnaðist tað tjekkiska liðnum at vinna dystin 1-0. Málið kom tó ikki, fyrr enn farið varð um teir níti minuttirnar, tá Milan Fukal royndi seg við einum langskotið, sum smoygdi sær framvið stongini.

Við sigrinum varveitti Sparta Prag møguleikan fyri at tryggja sær víðari luttøku í kappingini, men kortini má tað framhaldandi metast, at Porto er tað liðið, sum hevur bestu møguleikarnir at fylgja Barcelona í fjórðingsfinalurnar.


Bókur B

Einki er avgjørt

Teir hava gjørt tað fyrr, og týskvøldið gjørdu teir tað enn einaferð. Manchester United og Ole Gunnar Solskjær megnaðu enn einaferð at venda einum hóttandi tapi til sigur, tá teir týskvøldið vóru á vitjan hjá fronsku meistarunum úr Bordeaux.

Franska liðið legði seg á odda, tá eitt, at síggja til, vandaleyst skot frá Michael Pavon, varð sent móti málinum. Flestu áskoðararnir væntaðu helst, at Raimond Van der Gouw hevði fult tamarhald á støðuni, men onkursvegna smoygdi bólturin sær í málið.

Mistakið førdi við sær, at franska liðið veruliga fekk tak á ensku meistarunum, og eisini høvdu teir onkran møguleika at økja um leiðsluna. Alt hetta broyttist tó, tá áleyparin, Laslandes, fyrst fekk gult kort fyri at sparka bóltin, eftir at hann varð dømdur rangstaddur, og tíggju sekund seinni fekk enn eitt gult, og harvið reytt, kort frá dómaranum, eftir at hann hevði roynt seg við eini harðligari tackling móti David Beckham.

Teir á heimaliðnum vóru alt annað enn væl nøgdur við hesa avgerð, tí teir hildu at enski spice-drongurin gjørdi dekan ov nógv av í falli sínum, men dómarin var eirindaleysur.

Yvirtalsstøðan gav sjálvsagt enska liðnum stóran fyrimun, og hesum kundi liðskiparin, Roy Keane, gera sær dælt av, tá hann slapp at fara einsamallur móti franska málinum.

Í seinna hálvleiki royndu fronsku meistararnir framhaldandi at spæla seg ígjøgnum mótstøðuverjuna, og einar tvær reisur var heilt nær við, at bólturin varð sendur í netið, royndirnar endaðu ávíkavist á stongini og við síðuna av málinum.

Tá einir seks minuttir vóru eftir at leika, gjørdi Alex Ferguson av at senda Ole Gunnar Solskjær á vøllin. Norski áleyparin hevur fleiri ferðir áður prógvað, at hann er førur fyri at venda dystargongdini, og soleiðis var eisini hesu ferð.

Hann hevði einans verið á vøllinum í ein knappan minutt, tá hann fekk fatur í einum langum útspæli frá Van der Gouw, smoygdi sær fram við einum verjuleikara og langaði bóltin í netið til endaliga úrslitið.

Seinasti dysturin týskvøldið stóð millum Valencia og Fiorentina. Spanska liðið skuldi vinna dystin, um teir framhaldandi skuldi gera sær vónir um at koma víðari í kappingini, og tað eydnaðist teimum eisini at vinna 2-0.

Fyrsta málið kom, tá Adrian Ilie fekk fatur á einum innleggið, og onkursvegna fekk snarað sær á og sent bóltin í netið.

Eftir hetta hevði Valencia fleiri vandamiklar atsóknir, men italski eykamálverjin, Giuseppe Taglialatela, stóð ein branddyst, og tók sær av øllum, sum varð sent móti honum.

Fiorentina hevði tó eisini nakrar vandamiklar atsóknir, og millum annað fingu teir eitt mál kolldømt, umframt at argentinski framherji teirra, Gabriel Batistuta, rakti stongina, tá hann slapp leysur í spanska brotsteiginum.

Í staðin kundi Valencia at enda gera tað til 2-0, tá Mendieta sendi bóltin í netið frá ellivu metrum, eftir at Claudio Lopez varð feldur í brotsteiginum. Seinna málið kann vísa seg at fáa avgerandi týdning fyri lagnuna hjá Valencia í kappingini, tí hava tvey lið eins nógv stig, eru tað innanhýsis uppgerðirnar, sum gera av, hvussu støðan skal verða.

Manchester United er nú á odda í bólki B við níggju stigum, Firentina hevur sjy stig, meðan Valencia hevur seks. Niðast er Bordeaux við einum stigi.