Kappingin um hvíludagin

HALGUKJAK. Hvar vit skulu fara sunnudag ? á møti ella á plenuna. Jónsvein Bech, sóknarprestur, og Niclas Davidsen, formaður í fótbóltsfelagnum B68 á Toftum, siga sína hugsan um kappingina um sunnudagin

Dánjal Højgaard

Myndir: Judith Johannesen


Ítrótturin hevur fingið gula kortið.

Í seinastu útgávuni av Kristiligum Ungmannablaði staðfestir Uni Næs, prestur í Fuglafirði, at ítrótturin hevur fingið stórt vald á sunnudegnum. Hetta minkar um virðingina fyri sunnudegnum sum hvílu - og halgidegi, heldur prestur, ið heldur tað vera tekin um vánaliga siðvenju, at sunnudagurin verður nýttur til ítróttarkappingar.

Tískil mælir hann til, at umboð fyri ítróttin og kristnilívið í felag leggja eina ætlan fyri ítróttin, so at ítrótturin ávirkar sunnudagin minst møguligt.


Yrkisítrótt ræðir

Jónsvein Bech, prestur á Nesi er lutvíst samdur við starvsbróður sín í Fuglafirði.

? Eg má tíverri geva Una Næs lutvíst rætt í, at sunnudagurin hevur fingið eitt øðrvísi innihald, sum kann tykjast sum ein kapping í mun til veruligu meiningina við sunnudegnum sum halgidegi, sigur prestur, sum heldur størsta vandamálið vera, at ítrótturin er vorðin eitt yrki.

? Eg meti tað ikki sum nakran trupulleika, at ítróttarkappingar verða hildnar sunnudag. At halda hvíludag merkir ikki, at vit skulu vera passiv, men at vit eisini kunnu geva degnum eitt annað innihald enn tað, sum upptekur okkum til gerandis.

? Upprunaliga var meiningin við ítróttini, at hon skuldi vera ein leikur og eitt spæl ? ein avkopling frá teimum dagligu krøvunum. Tað er hon framvegis í stóran mun, men samstundis hava pengarnir fingið ein nokkso stóran leiklut, sigur Jónsvein Bech.

? Tá tykir mær, at ítrótturin hevur mist sína upprunaligu ætlan. Nú er tað rætt og slætt vorðið eitt arbeiði, ein yrkisleið. Hetta rákið ávirkar alt ítróttarlívið. Skal tú røkka tindinum mást tú stremba longu frá ungum av, og úrveljingin byrjar longu í barnadeildunum.

Er tað heiðið, at sparka fótbólt sunnudag?

? Nei, eg vil ikki uttan víðari siga siga, at tað er heiðið at sparka fótbólt sunnudag. Mær kunnugt hevur ítróttur og leikur allar dagar verið partur av samfelagnum. Tað var hann í tí heidna Grikkalandi, og tað hevur tað uttan iva eisini verið í jødiska samfelagnum. Leikur og spæl hava fylgt menniskjanum frá fyrsta degi, sigur prestur.

? Guð verður ikki útkonkurreraður, hvørki av ítrótti ella okkara vantandi luttøku í t.d. guðstænastuni. Men ítrótturin kann koma at fylla so nógv, at vit koma at snýta okkum sjálvi fyri eitt vælsignilsi, sum Guð vil geva okkum lut í.


Ítróttur savnar

Niclas Davidsen er formaður í B68 á Toftum og kirkjuráðslimur. Hann vísir greitt aftur, at ítrótturin vanvirðir sunnudagin við at hava kappingar sunnudag. Fyri sína egnu ítróttargrein, fótbóltin, sigur hann, at Fótbóltssambandið hevur roynt at avmarka kappingina sunnudag so nógv sum tilber. T.d. við, at eingin kapping er fyrrapart sunnudag og at børnini og tey ungu ikki spæla dyst sunnudag.

? Men tú mást eisini vera realistur. Í ár skulu spælast umleið 3.500 fótbóltsdystir í Føroyum, og tað er púra vónleyst at avgreiða allar hesar dystirnar leygardag. Sum er, verða dystirnir leiktir kring alt landið. Skuldu allir hesir dystirnir verið avgreiddir leygardag, máttu vit havt nógv fleiri ítróttarvøllir, sigur Niclas Davidsen.

? Fótbóltskappingin er løgd soleiðis til rættis, at hon ikki útkonkurrerar kirkjugongdina. Tað er í ávísum førum, at dystirnir fella saman við møtum, men tað er tí, at fótbólturin hevur plásstrot, sigur B68-formaðurin, sum viðgongur, at tá ið leikararnir skulu spæla útidyst, sleppa teir ikki altíð í kirkju.

Tú ert sjálvur familjumaður. Hevur tú ongantíð ynskt tær, at tað var meira hvíld yvir sunnudegnum, tá ið øll skuldu í hvør sína ætt til ymskar ítróttarkappingar?

? Tað hendir av og á at, tú kemur at kenna teg meira ella minni sundurbýttan. Men ítrótturin hevur givið so mikið nógv gott, at tað vigar væl upp ímóti.

Er tað ikki trupult at fáa alt  ganga upp?

? Nei, tað er tað ikki. Vit fara í kirkju klokkan 11. Vit fara í sunnudagsskúla klokkan 2 og til fótbólt klokkan 3.

So tú kennir einki til tvídrátt?

? Tað eru ávísir dystir, tá ið tú noyðist avstað tíðiliga sunnumorgun. Tá kunnu trupulleikarnir gott stiga seg upp, sum Uni Næs nevnir í Kristiligum Ungmannablaði, sigur Niclas Davidsen, sum heldur, at fótbóltur er eitt savnandi familjutiltak:

? Familjurnar eru ofta áhugaðar í ítrótti, og tað er vanligt, at tær møta her uppi, tá ið dystur er - foreldur, børn og systkin, sum annars ikki høvdu møtst. Tískil kann tað virka savnandi heldur enn spjaðandi.


Vantandi tilrættarlegging

Formaðurin í B68 viðgongur kortini, at tað eru ávísar ítróttarkappingar, sum órógva sunnudagin óneyðugt:

? Eg havi varhugan av, at í ávísum ítróttargreinum hevði tað verið tiltrongt við eini tilrættislegging, sum gongur tí kristiliga partinum av sunnudegnum á møti. Talan er um stórar kappingar, har trupult er at fáa tíðina at røkka ? eisini sunnudagin. Slíkar kappingar áttu heldur at verið býttar sundur, so at tær vóru avgreiddar yvir eitt longri tíðarskeið. Hvørja ítróttargrein, eg hugsi um, fari eg ikki at nevna, sigur fótbóltsformaðurin á Toftum, sum ikki vil hoyra talan um, at tað er heiðinskapur at sparka bólt sunnudag.

? Vit mugu ikki gloyma, hvat ið sunnudagurin skal brúkast til ? eisini á andaliga økinum. Hinvegin er tað sera sunt fyri ungdómin at hava nakað ganga uppí. Tað hevur víst seg at hjálpt mongum, at tey hava verið virkin í ítrótti, og dømi eru um kendar útlendskar fótbóltsspælarar, sum hava vent um og hava boðað Guðs orð gjøgnum fótbóltin, er hansara svar.


Kristin nýhugsan neyðug

Jónsvein Bech heldur, at tey, sum standa fyri andaliga tilboðunum sunnudag, mugu læra seg at liva í nútíðini.

? Eg vil ikki siga, at vit skulu taka kampin upp móti ítróttini. Eg eri púra samdur við Niclasi í, at ítróttur er gagnligur, bæði fyri heilsuna og tann felagsskap hann gevur. Trupulleikin er, at ítrótturin er vorðin so umfatandi. At nógv av teimum ungu eru við í so nógvum ymiskum virksemi og skulu náa so nógv hendan eina dagin. Tað er hetta, sum skapar trupulleikar, sigur presturin.

? Tað er gleðiligt at hoyra, at Fótbóltssambandið hugsar um at leggja kappingina til rættis, soleiðis at vit, so vítt gjørligt, ikki gera hvørjum øðrum fortreð. Í hesum sambandi má kirkjan helst eisini læra seg eina nýhugsan og síggja støðuna, sum hon er. At vit mugu vera ein kirkja í tíðini. Tað nyttar einki at læsa seg fastan í arbeiðshættir, sum hóskaðu til samfelagið fyri hundrað árum síðani.

Hevur kirkjan sovið í tímanum?

? Tað kann væl vera. Í hvussu so er noyðast vit at taka í egnan barm. Vit mugu finna fram til arbeiðshættir, sum bera í sær, at vit laga okkum til ta nýggju støðuna.


Óhugsandi forboð

Sóknarpresturin í Fuglafirði, Uni Næs, hevur skotið upp, at kirkjurnar, samkomurnar og Ítróttarsamband Føroya í felag leggja eina ætlan fyri ítróttin, so at hann ávirkar sunnudagin minst møguligt.

Hesum uppskoti taka Jónsvein Bech og Niclas Davidsen væl undir við. Men hvørgin teirra er fyri at forbjóða øllum ítróttarkappingum sunnudag.

? Tíðin kann ikki skrúvast aftur, sigur formaðurin í B68, sum heldur, at eitt ítróttarbann sunnudag hevði møtt stórari mótstøðu í Føroyum í dag.

? Skulu vit hava ítrótt framyvir, so ber tað rætt og slætt ikki til at forbjóða honum sunnudag. Tað eru so nógv fólk, sum taka lut í ítrótti, at tað ber ikki til at avgreiða allar kappingarnar hinar dagarnar. Tað er eisini sunnudag, fólk hava frí. Nógvastaðni, serliga úti á bygd, eru fólk upptikin leygardag. Tey velta, hoyggja ella gera annað arbeiði. Tískil høvdu tað ikki verið nógvir áskoðarar til dystirnar leygardag, og áskoðararnir hava týdning fyri raksturin av feløgunum.

Fótbóltsformaðurin á Toftum óttast fyri, at eitt bann fyri at sparka bólt sunnudag hevði havt beinleiðis skaðiliga ávirkan á tey ungu:

? Um so var, høvdu vit verið noydd sálda frá, so at fleiri ítróttarfólk ikki høvdu sloppið upp í part. Fótbólturin er eitt gott sosialt og fyribyrjandi fyribrygdi. Við at hava áhuga fyri fótbólti vera tey ungu spard fyri so nógv annað, sum kundi verið óheppið fyri tey. At vaksnamannadystir verða leiktir sunnudag hevur eisini eitt fyribyrgjandi element í sær. Leikararnir mugu vera væl fyri, og tí verður vikuskiftið friðaligt og róligt.

Heldur enn at fara í býin leygarkvøld at drekka seg fullar?

? Ja.


Ov nógv kristin tiltøk

? Eg havi ongantíð verið tilhangari av, at vit fáa nakað positivt burtur úr bara við at seta forboð, sigur Jónsvein Bech, prestur, sum tykist hava betri hug at seta krøv til kirkjuna enn til ítróttin:

? Vit mugu leggja viðurskiftini soleiðis til rættis, at tað verður innbjóðandi hjá fólki at koma t.d. í kirkjuna. Gera smidligar skipanin, so at tað eisini verða stundir til Guð, sigur presturin, sum skýtur upp at broyta guðstænastuna í fólkakirkjuni, so at hon í størri mun verður eitt savnandi familjutiltak sunnudag:

? Kirkjan hevur býtt fólk sundur í aldursbólkar. Vit hava virksemi fyri børn, virksemi fyri ung og virksemi fyri vaksin. Tað merkist í kirkjuni, at vit koyra hvør í síni deild og hava spjatt virksemið út um allan sunnudagin. Kanska áttu vit at hugsað um sunnudagin sum ein familjudag. Tað hevði verið ein góð avkopling frá gerandisdegnum, sigur Jónsvein Bech, sum heldur, at tað átti at borið til at samskipa sunnudagskúla og guðstænastu.

? Vit kunnu eisini skapa so nógv kristiligt virksemi, at sunnudagurin verður spjaddur sundur, so at eingin tíð verður hjá familjunum, at vera saman. Á tann hátt kann tað kristiliga eisini yvirdrívast.


Einki kristiligt monopol

Ein maður skal einaferð hava verið spurdur, hví hann var úti og hoyggjaði í kirkjutíð. Tá svarar hann, at tað er frægari at vera

í hoynum og hugsa um Várharra, enn at vera í kirkjuni og hugsa um hoyggið. Mugu fólk í einum samfelag við trúarfrælsi ikki sjálvi um, hvussu tey brúka sunnudagin?

? Jú, tað er einki ivamál. Men tað er upp til ítróttarleiðarar at leggja kappingarnar soleiðis til rættis, at vit ikki við vilja oyðileggja fyri kristna partinum av sunnudegnum, sigur formaðurin í B68.

? Eg vil kortini halda, at tað hevði verið betri, at maðurin sat í kirkjuni og hugsaði um hoyggið, enn at hann gekk í hoynum og hugsaði um Várharra, sigur Jónsvein Bech. Kortini ásannar presturin, at tíðin, tá ið kirkjan hevði einkarrætt til sunnudagin, er farin í søguna:

? Tað mugu vit nokk síggja í eygnuni. Vit fara ikki at vera annað enn eitt tilboð av fleiri. Tí áliggur tað eisini kirkjuni at finna út av, hvussu vit gera tað meira innbjóðandi at vera við í tí kristna felagsskapinum.


»Ítrótturin kann koma at fylla so nógv, at vit snýta okkum fyri eitt vælsignilsi, sum Guð vil geva okkum lut í«


Jónsvein Bech, prestur


»Skulu vit hava ítrótt í framtíðini,

so ber tað rætt og slætt ikki til at forbjóða honum sunnudag«


Niclas Davidsen, formaður í B68 og kirkjuráðslimur