Kappingin um pantin harðnar

Pengar eru at forvinna á G! festivali fyri tey, ið hava hug

Teir tríggir dreingirnir, Pauli, Fróði og Djóni, sum forvunnu sær nógvan pening í gjár við at savna inn gløs til panting, hava nú fingið stinna kapping, 

Jens Marius hevur verið í gongd í bert ein tíma, og hann hevur longu fingið 73 gløs. Kvøldið er tó ikki av enn, og hann væntar, at nógv meira kemur burturúr.

- Innan fyri ein tíma komi eg upp á 100, heldur hann.

Hetta er tann besti mátin at tjena pengar uppá, sigur ungi entreprenørurin, meðan hann hyggur eftir borðunum fyri at vita, um fleiri gløs standa har uttan eigarmann.

Nú líður annars út á kvøldið, so Jens Marius hevur skund, tí frá foreldrunum eru greiðu boðini, at hann skal vera heima kl 01!

Les eisini: Smádreingir hava tjent nógvar pengar á G! festivalinum