Kappróður í harðari kapping

- Tað er eingin loyna, at aðrar ítróttagreinar, serliga fótbólturin, geva okkum harða kapping. Hinvegin ber væl til at venja ítróttargreinar, sum eitt nú hondbólt um veturin – og so rógva um summarið, sigur forkvinnan í Kvívíkar sóknar Róðrarafelag

Kappróðrarblaðið, Sosialurin 30. mai 2025:

 

Í ár fer eingin bátur at rógva fyri Kvívíkar sóknar Róðrarfelag. 

Her eigur felagið 8-mannafarið Kvívíking og 5-mannaførini, Junkaran og Stubban.  

Junkarin er í fleiri útgávum – um vit so kunnu siga, og her stendur eisini ein nýggjur Junkari, sum lítið og einki er brúktur.  

Felagið eigur eisini gamla Junkaran, sum kallast Stubbin, og hendan smíðaði Niclas í Koltri longu í 1973. 

Forkvinnan í Kvívíkar sóknar Róðrarfelag, Randi Jacobsen, sigur, at felagið eisini eigur Junkaran, sum varð smíðaður í 2003 – og so enn ein nýggjan Junkara, sum bara er nøkur fá ára gamal og knappliga er tilslitin.

 

Høvdu góða tilgongd

- Vit høvdu so mikið stóra tilgongd fyri nøkrum árum síðan, at vit valdu at byggja eitt nýtt 5-mannafar. Tá hevði felagið eina kvinnumanning, sum róði í nøkur ár, eina gentumanning og tvær manningar í barnaróðri við ávikavist gentum og dreingjum. 

Randi Jacobsen vísir á, at tá hevði felagið fýra rógvandi manningar í kappingini millum 5-mannafør, og tað var tá, tey valdu at byggja nýggan bát, sigur hon.   

Nýggi Junkarin stendur klárur, og forkvinnan í Kvívíkar sóknar Róðrarfelag sigur seg vóna, at hann verður mannaður eitt annað ár – helst við gentum, tí tað eru fleiri gentur enn dreingir í økinum. 

- Tað er eingin loyna, at aðrar ítróttagreinar, serliga fótbólturin, geva okkum harða kapping. Hinvegin ber væl til at venja ítróttargreinar, sum eitt nú hondbólt um veturin – og so rógva um summarið.

Hon sigur, at onkrir ungdómar úr Kvívíkar kommunu seinnu árini hava verið við til at lyft undir kappróðurin í Vestmanna, nú tað hevur verið so trupult at mannað bátarnar í Kvívík.

- Vit noyðast bara at ásanna, at í ár verður eingin luttøka hjá Kvívíkar sóknar Róðrarfelag, men felagið er sjálvsagt opið fyri ungdómum sum vísa áhuga, sigur Randi Jacobsen.

 

Neystið á Válinum

Forkvinnan í róðrarfelagnum í Kvívíkar kommunu vísir á, at hóast neystið á Válinum ikki er hypermodernað, sum hon tekur til, so eru her kortini góðar umstøður við rógvimaskinum og súkklum til innanduravenjing.

Randi Jacobsen sigur, at fyri nøkrum árum síðan tóku nakrar tilkomnar kvinnur í kommununi seg saman at rógva, og hesar róðu í nøkur ár.

- Eg var sjálv við, og hetta vóru nøkur stuttlig ár. Einar tvær kvinnur vóru tá farnar um tey seksti. Hin yngsta var eini 37, og vit vóru einar tvær, sum vóru í fimmtiárunum.

Hon heldur, at miðalaldurin á bátinum hesi árini mundi liggja um eini 45 ár.

- Vit vóru við á øllum stevnum; vit vóru væl móttiknar, og vit høvdu gott samband við yngru kvinnurnar. Tað skal sigast, at vit endaðu ikki aftast, sigur hon brosandi.

Tað vísti seg, sigur Randi Jacobsen, at henda tíðin, tá tilkomnu kvinnurnar róðu, kom líka sum meira ferð og hugni í felagið.

- Hetta virkaði, sum ein magnetur, og tá høvdu vit eisini eina góða tilgongd av ungum rógvarum. Tað var tá, vit valdu at byggja ein nýtt 5-mannafar, leggur hon aftrat.

 

Verri við dreingjum

Randi Jacobsen heldur, at tað sær daprari út við dreingjum enn við gentum til rógving, tí tað eru eisini færri dreingir enn gentur í kommununi.

- Tað eru nú fleiri ár síðan, at Kvívíkingur var mannaður seinast, og tað eru eisini nøkur ár síðan, at vit vóru við í dreingjakappróðri, leggur hon aftrat.

Hon vónar, at kappróðurin í kommununi aftur fer at síggja betri dagar, og tað var tann tíð, tá bæði Kvívíkingur og Junkari gjørdu um seg í kappingini. 

- Tað er bara ein veruleiki, at tað kemur meira lív í her í kommununi hjá okkum, tá bátar úr økinum eru við – antin teir klára seg væl ella minni væl. Jú, tað setir ein ávísan stemning í bygdina, ásannar Randi Jacobsen, sum vónar, at tað fer at ganga betur eitt annað ár at manna bátarnar.

 

Kvívíkar sóknar Róðrarfelag

(Eingin tilmelding)

5-mannafør

Junkarin 

Stubbin

8-mannafør 

Kvívíkingur

 

Kappróðrarblaðið, sum er í Sosialinum hesaferð, kann lesast við at trýsta her