Tórshavnar Súkklufelag skipar aftur í ár fyri súkklukapping á norðoyastevnu. Og aftur í ár hava bæði børn og vaksin møguleika at royna seg.
Leygardagin verður skjøtil settur á árligu Grand Prix súkklukappingina, ið Tórshavnar Súkklufelag skipar. Kappingin fylgir øllum FM-róðrunum, og á ólavsøku verður so vinnarin funnin.
Framtíðin liggur í børnunum. Hetta hevur TSF ásannað, og tí verður aftur í ár skipað fyri fleiri barnasúkklukappingum. Børnini verða býtt sundur í tríggjar aldursbólkar. Bólkur I er børn frá 6 til 8 ár. Bólkur II er børn frá 9 til 11 ár, og bólkur III eru børn frá 12 til 14 ár.
Teinurin, ið súkklaður verður, verður frá Norðoya Sparikassa, eftir Skúlavegi, eftir Gerðagøtu og aftur á Biskupsstøðgøtu. Bólkur I súkklaði teinin tvær ferðir og bólkur II og III fýra ferðir.
Kappingin leygardagin er ein sokallað Býarkoyring-súkklukapping. Tá súkklað verður Býarkoyring verður súkklað runt á einum ávísum øki, í eitt nú 50 minuttir, síðani ringir ein klokka, og so er bara eitt umfar eftir.
Tríggir teir fremstu súkklararnir í hvørjum bólki heiðursmerkir, og kappingin er fyri bæði gentur og dreingir, kvinnur og menn.
Tey vaksnu byrja kl. 13.30 og børnini kl. 14.30, og startur og mál er við Norðoya Sparikassa.