Jógvan Sundstein var sjálvur við í nevndini, ið gjørdi Tingskipanina.
Hann vísir til grein 78 í Tingskipanini, sum sigur, at um ein tingmaður ikki heldur skilhaldsreglurnar, so kann formansskapurin geva honum forboð fyri at møta á tingfundi í upp til 14 tingfundardagar.
Jógvan Sundstein heldur, at Marjus Dam átti at fingið eina karantenu frá tinginum restina av hesum árinum fyri atburð sín - í hvussu er einar 5,6 og 7 karantenudagar. Sjálvur heldur hann eisini, at sambandsflokkurin eigur at koma við eini umbering fyri atburðin hjá Marjus Dam.
-Eg havi verið á tingi í meira enn 24 ár og hetta er tað grovasta eg havi verið út fyri alla hesa tíð. Atburðurin hjá Marjus Dam er ein vanvarðing av ikki bert tingarbeiðinum men av allari tí parlamentarisku skipanini.
Vísir sambandsflokkurin ikki hesum frá sær, so er skommin hansara.