Karim Benzema hevur í kvøld vunnið sín fyrsta Ballon d’Or bólt. 34 ára gamli franski heimsmeistarin var favorittur at fara við gullbóltinum, eftir eitt framúr kappingarár við Real Madrid, sum vann bæði La liga og Champions League.
Hann er tann elsti spælarin síðani 1956, at vinna sín fyrsta gullbólt. Karim Benzema vann frammanfyri Sadio Mané og Kevin De Bruyne. Tað var fyrimyndin hjá Karim Benzema, Zinedine Zidane, sum sjávur vann Ballon d’Or í 1998, sum handaði gullbóltin til Karim Benzema.
Í fleiri ár hava Lionel Messi og Cristiano Ronaldo verið einaráðandi í Ballon d’Or kappingini, sum er fyri besta spælara í heiminum. Í ár bleiv Cristiano Ronaldo nummar 20, meðan Lionel Messi als ikki er í uppskoti.
Liðfelagin úr Real Madrid, Thibaut Courtois, bleiv valdur til besta málverja, meðan Robert Lewandowski úr FC Barcelona vann Gerd Muller heiðurin. Hartil fekk Sadio Mané heiður fyri sín vælgerandi arbeiði.
Ballon d'Or 2022:
25. Darwin Núñez, Christopher Nkunku, Joao Cancelo, Antonio Rudige, Mike Maignan, Joshua Kimmich
22. Phil Foden, Trent Alexander-Arnold, Bernardo Silva
21. Harry Kane
20. Cristiano Ronaldo
17. Luis Diaz, Dusan Vlahovic, Casemiro
16. Virgil van Dijk
14. Fabinho, Rafael Leao
13. Sebastian Haller
12. Riyad Mahrez
11. Heung-Min Son
10. Erling Haaland
9. Luka Modric
8. Vinicius Jr
7. Thibaut Courtois
6. Kylian Mbappe
5. Mohamed Salah
4. Robert Lewandowski
3. Kevin De Bruyne
2. Sadio Mane
1. Karim Benzema