Tá fer hon ? sum fyrsti føroyingurin nakrantíð ? at kappast í heimskendu Ironman-kappingini á Hawaii.
Ironman er um nakað upprunin til triathlon-kappingarnar, har føroyskir íðkarar hava fingið alt betri úrslit seinu árini.
Karina er millum tær, sum veruliga hava gjørt um seg innan ítróttina, og eitt nú var hon herfyri við til at vinna DM-kappingina fyri lið. Ein kapping, har ein av liðfeløgunum hjá Karinu var Joan Bláfoss.
Fyri tveimum mánaðum síðani var Karina fyri fyrstu ferð við til heilan Ironman, sum er at svimja 3,8 km, súkkla 180 km og renna 42,2 km (heilt marathon), og avrikið tá var somikið gott, at hon vann sær rættin til at kappast í HM-kappingini á Hawaii.
Sjálv sigur Karina, nú hon fer avstað, at hon als ikki roknar við at vinna nakað sum helst. Men júst kappingin á Hawaii er eitt tað størsta, sum ein triathlon-íðkari kann uppliva, og tí ivaðist hon ongan tíð í at fara, tá møguleikin stóð henni í boði.
Og hon leggur afturat, at Merkið verður at síggja á Hawaii. Sum íðkari á altjóða pallinum er Karina annars skrásett sum danskur triathletur, men familjan kemur við at hyggja, og tey hava ongar ætlanir um at lata Merkið liggja eftir við hús.