Karina setti met

-

Karina Petersen úr Fuglafirði setti um vikuskiftið nýtt føroyskt met í 100 m bringusvimjing við tíðini 1.18,58.
Hetta hendi í svimjikapping í Vági, og við tíðini syrgdi Karina samstundis fyri, at hon longu nú er vís í at vera í føroyska hópinum, tá Oyggjaleikirnir verða á Guernsey komandi summar.
Umframt at svimjararnir nú hava úttøkukrøvini til OyL at miðja eftir, var kappingin eisini úttøkukapping til NJM, sum verður í Malmø komandi mánað.
Tríggir svimjarar, Lisbert Joensen, Sára Joensen og Janus Olsen, tryggjaðu svumu í kappingini undir ásettu krøvini, og verða tey sostatt við í kappingini.