Klaksvík:
Eini 2000 fólk mundu vera savnað við fótbóltsvøllin í Klaksvík, tá Ársins Rósa varð handað fyri fyrstu ferð á stórslignum hátíðarhaldi beint fyri jól. Endamálið við hesum afturvendandi tiltaki er at varpa ljós á tað góða, har borgarar í Klaksvíkar kommunu fáa høvi at heiðra onkran av teimum, sum altíð eru klár at rætta eina hjálpandi hond uttan at gera nakað hóvasták. Og oftast, uttan at vit onnur vita av teimum.
Samd nevnd
Tað var ein samd nevnd við borgarstjóranum á odda sum hevði gjørt av at geva Karl Josephsen úr Klaksvík Ársins Rósu fyri sítt framúr stóra hjálpsemi. Steinbjørn Jacobsen duldi ikki yvir, at tað var við einum klumpi í hálsinum at hann sat og las tey mongu uppskotini, sum vóru komin inn til Ársins Rósu. Hann helt tað vera ótrúligt at síggja, hvussu mong tey eru, sum gera eitt sera virðismikið arbeiði, har tørvur onkusvegna er á tí. Hinvegin var han als ikki í iva um, at tey hesuferð høvdu funnið rætta persónin, og at Karl Josephsen hevði heiðurin so ríkiliga uppibornan.
Karl sjálvur visti, sum vera man, ikki av nøkrum frammanundan, men saman við konu Karl hevði nevndin syrgt fyri, at høvuðspersónurin var til staðar á vøllinum, tá Rósan skuldi handast. Tað var sostatt ein sera ovfarin Karl, sum tók ímóti tí silvurløgdu rósuni umframt eini stórari kurv við alskyns góðgæti og øðrum góðum. Saman við heiðurinum fylgdi eisini ein kjekkur uppá 10.000 kr.
Hjálpa í tí stilla
Í røðuni til heiðurs fyri Karl Josephsen segði Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, millum annað:
"Eg eri ógvuliga fegin um, at hetta gjørdist veruleiki, tí vit eru ofta so skjót við tí illa og mangan heldur sein við tí góða. Hetta tiltakið hevur bert hetta eina endamálið: at varpa ljós á tað góða.
Um jólahøgtíðina síggja vit ymiskt, ið verður gjørt sjálvboðið, og mong eru tey, sum á ymsum økjum taka hond í. Vit gleðast um tað, og nógv av hesum sæst ógvuliga væl. Men tað eru eisini menniskju okkara millum - eisini her í lokalsamfelagnum - sum í dagligdegnum árið runt veita ymiskar tænastur til teirra, sum hava tørv fyri neyðini. Vit síggja tey ikki frammi í fjølmiðlum, men tey gera sín gerning trúføst, stillisliga og uttan at gera nakra háva burtur úr sær sjálvum - ja, nógv verður gjørt í tí dulda fyri almenninginum, og í fleiri førum eru tað bert tey, ið fáa teirra hjálp, sum vita, hvørji hesi hjálpsomu eru.
Sum kunnugt, er Ársins Rósa eitt spildurnýtt tiltak, ið nú fyri fyrstu ferð verður roynt. Hugskotið eigur Niclas Heri Jákupsson. Eg takki Niclasi fyri hansara positiva og skapandi arbeiði her í lokalsamfelagnum, sum hetta jólaskipatiltakið eisini er eitt dømi um - hetta sum í dag verður kopierað av øðrum býum í Føroyum. Takk, Niclas.
Vit í nevndini fyri tiltakið Ársins Rósa fegnast um tey mongu uppskot um persónar at fáa rósuna, sum eru komin okkum í hendi, og tá vit í eitt lítið mát sóu, hvørji hesi eru, vakti hetta kenslur í okkum. Eisini vil eg nýta høvið at takka teimum fyritøkum v.m., sum hava givið til Ársins Rósu, ið nú skal handast. Túsund takk fyri tað.
Vit hava hugt at øllum teimum innkomnu uppskotunum, ið fevna um bæði kvinnur og menn. Út frá mongu uppskotunum er tað lætt at finna ein persón, ið hevur uppiborið at fáa heiðurin Ársins Rósa, tí tey eru fleiri, bæði kvinnur og menn. Øðrvísið og verri er at sortera teir uppskotnu persónarnar frá, sum ikki í hesum umfari fáa heiðurin. Tað verður jú bara ein rósa givin hvørt ár.?
Áðrenn rósan varð handað, helt Steinbjørn tað vera hóskandi at minna á, at teir persónar, sum fáa hetta herðaklappið, ikki sjálvir hava biðið um tað og dáma kanska ikki eingang at fáa nakran heiður. Hetta eru persónar, sum onnur ynskja at heiðra og geva eitt herðaklapp, legði hann dent á.
Menniskjaáskoðanin
Borgarstjórin las síðani nøkur brot úr teimum mongu viðmælunum, Karl Josephsen hevið fingið frá ymiskum fólkum. Millum annað varð skriva um Karl, at "hann er, sum ein hjálpandi hond
nógva staðni, har tørvur er á, og kanska onnur ikki høvdu hildið seg til. Hann er at síggja hjá bæði ungum og gomlum, har ið tørvur er á, og har, ið aldurdómurin ger seg galdandi. Møtir upp sum avvarandi, bæði seint og tíðliga, har tey nærmastu kanska ikki hava møguleika at vera til staðar. Hann er klárt ein kandidatur til Ársins Rósu, vónandi kemur nevndin eisini til somu niðurstøðu. Ivaleyst verða tey mong, sum fara at gleðast saman við honum". Í einum øðrum brævi varð mælt til, at hesin persónurin ?verður valdur til at fáa Ársins Rósu fyri góða hugin og ágrýtni at verða gomlum, sjúkum og einsligum til hjálpar á ymiskan hátt, so sum at ganga ørindir, taka hond í, tá okkurt skal umvælast, og so bara at vitja tey, sum ikki longur eru før fyri at koma út millum fólk".
Til seinast endurgav Steinbjørn ein persón, sum stendur Karl nær, og sum millum annað skrivar, at "størsta dygdin er menniskjaáskoðanin. Líkamikið, um tú ert høgur ella lágur í samfelagnum, so er hann tann sami, nevniliga altíð klárur at hjálpa. Seg sjálvan setur hann altíð til viks, og ongantíð hoyrir ein hann tosa um alt, hann ger".
Við hesum orðum ynskti borgarstjórin Karl Josephsen hjartaliga tillukku og bað hann koma at taka ímóti heiðurinum og herðaklappinum Ársins Rósa.