Karl Martin, Anna Maria og Aldubáran á fløgu

Karl Martin Samuelsen, Anna Maria Olsen og Aldubáran hava verið í upptøkuhølið og spælt inn løg hjá Páll Sólstein. Úrslitið er ein fløga, ið væntandi kemur út í september.


Í september kemur fløga við tónleiki hjá Páll Sólstein, spældan av Aldubáruni og sungnum av Karl Martini Samuelsen og Annu Mariu Olsen. Hetta eru løg, ið vórðu spæld á norðurlendsku konsertferðini hjá Aldubárini í heyst.
Aldubáran umboðar kremið innan føroyskan tónleik, og Páll Sólstein hevur ein týðandi leiklut í bólkinum, tí er tað mest sum natúrligt, at tað er hesin bólkur, ið spælir tónleikin hjá Páll inn. Her er talan um tónleik, ið Páll hevur skrivað til yrkingar eftir Christian Matras, William Heinesen, Hans Andrias Djurhuus og Steintór Rasmussen. Á konsertferðini vóru tað serliga løgini til yrkingarnar hjá Williami Heinesen, ið vóru hæddarpunkt, serliga Hoyrdi tú havsins andalag, har Aldubáran veruliga var í essinum. Men eisini í lagnum Lív, við orðum av Steintór Rasmussen gingu røddin hjá Karl Martini, tónleikurin hjá Aldubáruni og orðini hjá Steintóri upp í eina hægri eind. Lagið var ikki líka fitt sum fleiri av hinum, og hetta var jaligt. Tann markanta violin gandaði í ljóðmyndini og riggaði øgiliga væl, so tað verður spennandi at hoyra lagið á fløgu.
Karl Martin Samuelsen og Anna Maria Olsen teljast millum bestu føroysku songrøddirnar, og tað eru tí dugnaligar kreftir, ið framføra tónleikin hjá Pálli.
Karl Martin Samuelsen sigur við Sosialin, at fløgan er liðugt upptikin, og verður í næstum ljóðblanda. Hann er væl nøgdur við úrslitið, men heldur sjálvur, at tað er sera torført at vera objektivur um tílíkt, fyrr enn man hoyrir endaliga úrslitið. Hann greiður frá at Hanus Johansen, ið ferðaðist saman við teimum á konsertferðini í heyst, hevur verið við teimum í upptøkuhølinum, og hevur virkað sum eitt slag av sangframleiðslustjóra, hann hevur lagt teimum lag á, og givið ráð um, hvussu yrkingarnar skulu tulkast. Hetta hevur sambært Karl Martini verið stór hjálp, tí Hanus er ein tann besti tulkarin av føroyskum skaldskapi.
Karl Martin sigur, at tað hevur verið sera avbjóðandi at spæla saman við Aldubáruni, tað er altíð avbjóðandi at seta seg inn í nýggjar leiklutir. Hetta er tónleikur hjá Páll, og eg havi eftir førimuni roynt at hildið meg til stílin hjá honum, hetta er tí ikki so nógv merkt av mær, sigur Karl Martin.