Tað endaði 2-2, tá ið næstbesta liðið hjá B36 í dag hevði vitjan av ÍF, sum í fjør flutti niður úr bestu deildini. Hálvleiksstøðan var 1-0 til ÍF. Hetta var fyrsta stigið hjá báðum hesum liðunum í ár. Í fyrsta umfari tapti ÍF 3-1 á heimavølli ímóti Víkingi, og í fyrsta umfari tapti B36 3-1 úti á Argjum.
Hálvleiksstøðan var 1-0 til ÍF. Málið skoraði Karl Løkin í síðsta minutti undan steðginum eftir horna.
Benjamin Heinesen javnaði til 1-1, tá ið ein tími var farin. Uppleggið átti Hannes Gotfred Dam.
Ellivu minuttir undan leikloki legði B36 seg á sigurskós. Málskjútti til 2-1 var 16 ára gamli Rasmus Emil Poulsen, sum fyri fyrstu ferð skoraði í næstbestu deildini. Uppleggið átti Carl Mikkelsen.
Átta minuttir undan leikloki tryggjaði Karl Løkin ÍF eitt stig, tá ið hann umsetti brotsspark til 2-2.
Superveteranurin Hans Jørgensen vardi B36 málið, og millum teir úti á vøllinum vóru Lukas S. Enevoldsen, sum spældi fyrra hálvleik.
Hjá ÍF vóru teir á vøllinum allir eisini á liðnum, sum í fjør flutti niður úr bestu deildini. Undantakið var Olaf Karstenson Hansen, sum undan kappingarbyrjan flutti úr KÍ og til ÍF.
Um tvær vikur fer ÍF aftur suður í høvuðsstaðin. Tá verður AB mótstøðuliðið.
Um tvær vikur fer B36 til Klaksvíkar at spæla.
https://www.in.fo/news-detail/myndir-javnleikur-i-gundadali