Karlskrona misti sigurin beint undan dystarloki

Bert málmunurin skilir Trónd Mikkelsen og liðfelagar hansara frá einum endaspælsplássi

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona leiktu í kvøld dyst á heimavølli í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Á vitjan í Brinova Arena var Alingsås. Dysturin endaði við javnleiki 33-33. Alingsås javnaði til 33-33 við bert fimm sekundum eftir á klokkuni. Í steðginum var Alingsås á odda 21-17, og eitt skiftið var Alingsås á odda 27-22. Karlskrona kom sterkt aftur, legði seg á odda, men megnaði akkurát ikki at halda leiðsluni.

 

Tróndur skoraði tvey mál, og hann legði upp til tvey mál (assist). 

 

Karlskrona er nummar níggju í deildini við 22 stigum. Ystad á sjeynda plássinum og Önnered á áttanda plássinum hava eisini 22 stig. Bert málmunurin skilir Trónd og liðfelagarnar frá einum endaspælsplássi.

 

Í morgin klokkan 15.15 spæla Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof dyst á heimavølli móti Malmö.