Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona eru úti úr endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Í fjórðu fjórðingsfinaluni móti Kristianstad, ið var leikt í Brenova leikvøllinum í Karlskrona tapti heimaliðið 35-41. Í steðginum var Kristianstad á odda 23-17, og tað eydnaðist at halda fjarstøðuna í seinna hálvleiki.
Kristianstad vann seg víðari til hálvfinalurnar samantaldum 3-1 sigri í fjórðingsfinalunum.
Tróndur kann nú hugsavna seg um komandi landsliðsuppgávurnar, HM Play Off dystirnar móti Bosnia Hersogovina 14. og 16. mai.










