VÍF er á odda 1-0 í FM-hálvfinaluuppgerðini móti H71 í SMS-deildini, har spælt verður best av trimum dystum.
Í høllini í Vestmanna vunnu vestmannakvinnur aftaná longda leiktíð 38-32 á H71. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 29-29. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 12-10.
Tá fimm og ein hálvur minuttur var eftir av longdu leiktíðini var støðan javnleikur 32-32. Tá framdi VÍF ein fantastiskan endaspurt við at skjóta seks mál uttan, at H71 megnaði at svara aftur.
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen var við 12 málum toppskjútti hjá VÍF í kvøld. Maria H. Weyhe var við 10 málum toppskjútti hjá H71.
Sunnukvøldið klokkan 19 spæla liðini aðru/seinnu hálvfinaluna í Hoyvíkshøllini. Vinnur VÍF eru tær víðari til FM-finalurnar. Vinnur H71 verður triðja og avgerandi FM-hálvfinalan leikt í Hoyvíkshøllini komandi mikukvøld klokkan 18.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá 1. FM-hálvfinaluni VÍF-H71 38-32 (29-29 - 10-12):
##med2##











