Karmarnir um kollektivu ferðsluna ótíðarhóskandi

Í drúgvari kanning frá Strandferðsluni um Bygdaleiðir verður m. a. stafest, at karmarnir um kollektivu ferðsluna ikki eru endurskoðaðir seinastu 20 árini

Í síðstu viku lat Strandferðslan landsstýrismanninum í samferðslumálum, Bjarna Djurholm eina drúgva frágreiðing um Bygdaleiðir, har stovnurin mælir landsstýrismanninum sum skjótast at fyrireika formligar karmar hjá Strandferðsluna at virka innanfyri, herundir eisini Bygdaleiðir, at orða ein samferðslupolitikk, herundir politikk um kollektiva ferðslu og viðgerð av frágreiðingini um Karmar fyri framtíðar virkseminum, sum frágreiðingin kallast.

Í arbeiðsbólkinum hava umframt Reidar Nónfjall, stjóri eisini sitið Heri Joensen fólkaflutningleiðari og Helgi Nielsen, roknskaparleiðari.

Í frágreiðingini sigur Strandferðslan, at formligu karmarnir um kollektivu ferðsluna í Føroyum eru ótríðarhóskandi, og at teir ikki eru endurskoðaðir tey seinastu 20 árini. Tað er neyðugt, at virksemið innan kollektiva ferðslu verður lagt í støðugar karmar soleiðis, at eitt málrættað arbeiði kann gerast fyri at menna henda partin av tænastunum hjá ´ti almenna.

Tað verður eisini staðfest, at galdandi sáttmaáttmálar um busskoyring eru ikki nøktandi. Teir eru ógreiðir og eru ikki í nóg stóran mun til fyrimuns fyri landið. Tað er eisini ov trupult hjá øðrum arbeiðstakarum at koma inn á marknaðin fyri rutukoyring, og at henda skipan tí kann virka avlagandi upp á kappingina.

Koyrisáttmálarnir hava í hesum fimm ára skeiði havt við sær bruttoútreiðslur upp á tilsaman s um 100 milliónir krónur. Sáttmálarnir eru bindandi, men eru SL kunnugt ikki góðkendir av landsstýrinum og tað fyriligur heldur eingin lógarheimild til at binda landskassan á henda hátt fíggjarliga. Harafturat er busskoyringin ongantíð boðin út í almennari kapping, sum er við til at tryggja bestu og bíligastu tænastuna.

Næstan øll feløgini hava bara ein buss og gevur hetta m. a. ongar stórrakstrarfyrimundir, við atliti til útnyttan av kapasiteti, effektivan rakstur, fyrisiting, innkeyp av eykalutum, viðlíkahald o. ø. Hetta er við til at dýrka avtalurnar munandi, sigur frágreiðingin frá Strandferðsluni.

Galdandi sáttmálar fara úr gildi 31. desember í ár.