Eystanstevna
Tey fýra feløgini, sum í fyrsta lagi standa aftanfyri eystanstevnuna, eru NSÍ, Støkk, Kappróðrarfelagið NSÍ og Bátafelagið á Bakka. Hesi feløg eru við í eini stevnunevnd, og tað er Kunningarstovan í Saltangará, sum samskipar fyrireikingararbeiði.
Øll eru tey samd um, at hóast eingin kappróður verður á eystanstevnu í ár, nú kappróðurin á varmakeldu telur við í FM-kappingini, skal stevnan ikki gerast minni áhugaverd kortini.
Heldur tvørturímóti.
Allur leygardagurin
Andrias Lamhauge, formaður í NSÍ, sigur, at felagið hjá teimum í fyrsta lagi kemur at taka sær av øllum tí, sum fer fram við fótbóltsvøllin, og har verður ein ørgrynna av fótbóltsdystum fyri yngru leikarar – bæði gentur og dreingir – allan leygardagin. Hann sigur, at lagt verður fyri longu klokkan 8.30, og kappast verður heilt til klokkan 18.
- Ein partur av dystunum, sum verða hendan dagin, eru dystir, sum eru partur av FM-kappingini í fótbólti í yngru deildum – og í øðrum lagi er talan um kappingar, sum felagið skipar fyri millum tey ungu.
Hann sigur, at NSÍ eisini hevur aðrar uppgávur á stevnuni, og millum hesar er eitt nú karusell, hoppiborg og ymisk tivoli-spøl á stevnuøkinum, sum aftur í ár verður við býráðsskrivstovuna.
- Vit hava nú havt stevnuøkið við býráðsskrivstovuna í nøkur ár, og hetta hevur riggað serstakliga væl. Á henda hátt ber eisini til at samansjóða fólkið, sum tá bæði kann vitja tivoli-økið, tiltøk á torginum og handlar í býnum, sum hava langan leygardag.
Andrias sigur, at hæddarpunktið á ítróttarliga økinum verður leygardagin, tá NSÍ fær vitjan av EB/Streymi í vodafon-deildini.
- Saman við Víkingi liggja vit nú 3 stig úr oddinum, sigur hann.
Í 2007 var NSÍ meistari í bestu deildini í fótbólti.
Brasilianskt
Stevnunevndin hevði sín fyrsta fund fyri umleið trimum mánaðum síðan, og tí meta bæði tey stóru feløgini í tiltakinum, NSÍ og Støkk, at fólkið og býurin eru væl fyrireikað at fara undir eystanstevnuna í ár.
Tey vísa á, at nógv og áhugaverd tiltøk eru at fara til bæði innan ítrótt, mentan og undirhald.
Eitt, sum bæði tey stóru feløgini eisini eru sera spent til, er karnevalurin, sum fyrstu ferð varð royndur í fjør.
- Tiltakið eydnaðist væl í fjør, og vit vænta, at tað fer ikki at eydnast minni væl í ár. Hetta verður eitt tiltak við litum, larmi, dansi og einari rokan av stevnufólki, sum kemur inn á stevnuøkið áðrenn setanina fríggjakvøldið.
Formaðurin í NSÍ, Andrias Lamhauge og forkvinnan í Støkk, Kinna Olsen, vísa á, at gingið verður av økinum við ítróttarhøllina í Runavík klokkan 19 og heim á stevnuøkið, og tað verður ein brasiliansk kvinna, sum býr í Vágum, ið kemur at ganga á odda.
- Vit ætla okkum at hava samba-tónleik við á tiltakinum, so fólk veruliga fáa eina kenslu av, hvat ein karnivalur er. Hetta er ein góður máti at seta lív í og fáa stevnufólk í góðum lag, áðrenn eystanstevnan verður sett av Helenu Dam á Neystabø klokkan 20. Tá fer eisini Nes sóknar musikkfelag at seta sín dám á, siga tey bæði.
Heilsurenning
Skráin fyri eystanstevnu er rættiliga rúgvusmikil í ár, og fyrstu tiltøkini byrjaðu longu mánadagin.
Andrias Lamhauge sigur, at nú rørsluár er í ár, verður eisini skipað fyri heilsurenning hóskvøldið.
- Tað verða tveir teinar, og vit leggja stóran dent á, at her kunnu øll verða við. Fólk fáa ókeypis vatn og fruktir. Hetta er fyrstu ferð, at vit fara at skipa fyri heilsurenning í sambandi við eystanstevnu, sigur formaðurin í NSÍ.