Talv
Í hesum døgum verður sterkasta kapping í Argentina í sjey ár telvd - nevnd Najdorf Memorial 2001 - og ikki eru tað ókend nøvn sum vísa síni kynstir fyri minni Miguel Najdorfs (1910 - 1997).
Stutt um Naidorf kann sigast at hann upprunarliga var polakkur, men tá hann í 1939 varð staddur í Argentina í talvørindum, valdi hann av góðum orsøkum ikki at flyta heimaftur í bræði. Týskland hevði nevnliga hertikið Póland í hesum sama ári, og kríggið brast á av álvara. Hann bleiv argentinskur borgari og flutti ongantíð heimaftur. Hann mentist sum telvari í Suðuramerika, og eitt skifti kallaði hann seg sjálvan sum besta telvara sum ikki átti HM ? tittulin. Hansara kanska størsta eyðkenni var blindsimultan telving. Oftani leikti hann blindsimultan við óhoyrdum úrslitum. Eitt frábrigdi í sisilionsku byrjanini kallast Najdorf, og eitt nú er Kasparov serfrøðingur í júst tí frábrigdinum. Í nærum 50 ár var hann fremsti telvari í nýggja landi sínum, og serliga í 50´unum og 60´unum var hann millum fremstu telvararnar í heiminum.
Najdorf andaðist í 1997, 87 ára gamal, og telvaði kring heimin til sín seinasta dag.
Sterk manning
Umframt Anatoly Karpov, eru eitt nú Judit Polgar, Nigel Short og Viktor Korcnoi í sterka hópinum. Tvey onnur áhugaverd nøvn skulu eisini nevnast, nevnliga 14 ára gamli Teimour Radjabov, sum í fjør telvaði við í GM-kappingini í Tórshavn. Hann hevur ment seg alsamt síðani, er vorðin stórmeistari, hin yngsti nakrantíð, og hevur nú eitt ratingtal áljóðandi 2558. Xie Jun er hitt navnið, sum mangan hevur vunnið HM fyri kvinnur, men hevur tó ongantíð av álvara hótt Judit Polgar.
Tíggju telvarar eru í hópinum og tískil níggju umfør. Fimm umfør eru leikt, og sum væntað er Karpov í toppinum, men fyribils er hann noyddur ar býta fyrsta plássið við Judit Polgar og stjørnuna Radjabov, sum í roynd og veru hevur telvað best í fyrru helvt. Hesu trý hava hálvtfjórða stig og eftir teimum við trimum stigum kemur veteranurin Korchnoi. Nevndu telvarar hava til felags at ikki hava tapt nakað talv.
Ikki hevur gongst so væl hjá Short, sum bert hevur tvey stig, eins og Henrique Mecking hevur. Mecking er gamal í garði, og í 70´unum vann hann nógvar sterkar kappingar framanfyri navnframar russarar. Tann ungi Ruben Felgaer úr Argentina hevur eisini ognað sær tvey stig, og framanfyri hesi trý liggja Xie Jun og Ricardi Pablo við hálvumtriðja stigi, og aftastur er Gilberto Milos við hálvum stigi.
Stuttligt hevði verið um Radjabov hevði givið teimum gomlu ein vørr, serliga Korchnoi, sum við sínum 70 árum hevði kunnað verið abbi hansara.
Ársaðalfundur Talvsambandsins 2001
Aðalfundurin varð hildin á Hotel Hafnia leygardagin 8. September. Fyri uttan nevndina vórðu umboð fyri HT, VT og KT uppmøtt, og var tað sera soltið og óheppið.
Formaðurin Rani Nolsøe hevði gjølla frásøgu frá sera hendingaríka farna árinum, og eftir at roknskapurin - sum javnvigaði - varð lagdur fram, vóru broytingaruppskot løgd fram. Eitt nú er leiktíðin til komandi liðkapping broytt soleiðis, at eftir tveimum tímum til 40 leikir, verður ein tími í part til restina. Eisini verður umdómsnevnd sett. Suni Merkistein og Steintór Rasmussen bóru undan afturvali, meðan Rani Nolsøe bleiv afturvaldir. Nýggir mans í nevndini, sum ikki enn er skipað, eru John Jacobsen og Martin Berg. Hinir í nevndini eru Rani Nolsøe, Sámal Christiansen og Eyðun Lamhauge.
Tríggir útisetar fara at royna seg í Amagermeistaraheitinum, sum verður leikt yvir trý vikuskifti í september, og teir eru Heini Olsen, Flóvin Tór Næs og Heini Danielsen. Fyrsta umfar verður komandi fríggjadag.