Karstin við nýggjum sangi

Her ber til at hoyra nýggjan sang hjá Karstini Danielsen

Countrysangarin Karstin Danielsen hevur givið nýggjan sang út.

 

Sangurin kallast "Hundar, børn og rabarbuvín". Tom T. Hall hevur skrivað sangin, og Steintór Rasmussen hevur týtt til føroyskt.

 

Sangurin er upptikin í Crossroads Studio í USA og EB Studio í Føroyum.

 

Karstin Danielsen hevur áður givið fleiri sangir út – eitt nú "Lítla vakra Anna", "Sjey himmals einglar", "Góð minnir" og "Hvar liggur leiðin, mín væna".

 

Nýggi sangurin kann hoyrast her:

 

##med2##