Tað var um ársskiftið 1984-85, at bert 21 ára gamli Gary Kasparov mest sum skelkaði talvheimin, tá hann var um reppið at taka HM-heitið frá 33 ára gamla Karpov.
Altjóða talvsambandið steðgaði tó drúgva dystinum, tá teir søgdu, at heilsustøðan hjá telvarunum var í vanda. Men flestu staðni varð hetta mett sum ein fyrimunur fyri Karpov.
Árið eftir fekk Kasparov tó ein nýggjan møguleika, og tað eydnaðist tað honum at vinna. Í 1990 bjóðaði Karpov aftur av, men síðani tepra sigurin hjá Kasparov ta ferðina, hava legendurnar bert dystast í smærri kappingum. Og altso ikki sum dyst yvir fleiri talv.
21. til 24. september kunnu talventusiastar tó gleða seg, tí tá hittast teir báðir í Valencia.
Gary Kasparov, sum ikki longur er aktivur telvari, verður roknaður sum sterkasti telvarin í søguni. Og eingin hevur enn vunnið sær sama styrkistal, sum hann hevði, áðrenn hann í 2005 gavst sum telvari á elitustøðu.
Karpov telist eisini millum teir stóru, og hann er enn aktivur við talvborðið.