Talvsamband Føroya fór í farnu viku til Íslands við tí fyri eyga at fáa heimsins besta telvara nakrantíð at koma á vitjan í Føroyum.
Kasparov vann
Íslendska talvsambandið skipaði um vikuskiftið fyri kvikkapping í Reykjavík, har nakrir av heimsins sterkastu telvarunum vóru millum luttakararnar.
Gary Kasparov, Annand og Victor Kortsnoi og aðrir góðir menn vóru millum luttakararnar.
Stóru leikararnir megnaðu eisini at prógva, hví teir vóru styrkismettir sum fremstu telvararnir í kappingini, og finaludysturin kom at standa millum Kasparov og Annand. Teir báðir hava ofta leikt avgerandi dystir sínamillum fyrr, og hesu ferð varð tað Kasparov, sum at enda vann talvið og kappingina.
Áhugaðir fyri føroyavitjan
Í sambandi við at Kasparov soleiðis bert var fáar hundrað kilometrar frá Føroyum, gjørdi føroyska talvsambandið av, at fara til Íslands at hitta heimsmeistaran og lið hansara, fyri at kannað, um møguleiki var fyri at fáa hann hendavegin.
Ferðin gekst somikið væl, at formaðurin í talvsambandinum, Rani Nolsøe, fekk orð á bæði Kasparov og umboðsmann hansara, og vóru hesir áhugaðir í at koma til Føroya. Owen Williams, sum er umboðsmaðurin hjá heimsmeistaranum, var sera fryntligur, og hann var beinan vegin áhugaður í at koma hendan vegin. Júst nær hetta verður, er ilt at siga, men frá Rana Nolsøe frætta vit, at talan helst verður um eina summarvitjan, sum antin verður komandi summar, ella miðskeiðis í ár 2001.
Tað er sjálvandi ikki bíligt at fáa slíkan leikara at koma á vitjan. Vit hava ikki fingið upplýst nakra upphædd, men sum skilst er talan um eina stóra samsýning.
Enn er alt ikki endaliga avgjørt, men hol er so sett á samráðingarnar, og í næstum verður væntandi farið undir at tosað við stuðlar, sum eru ein avgjørt neyðug fortreyt fyri at kunna skipa fyri vitjanini.
Ætlanin er, at Kasparov skal vitja í Føroyum í einar tveir dagar, har hann t.d. kann leika simultan móti landsliði okkara, hava fyrilestrar um talvlív hansara, umframt at hava venjingar við áhugaðum føroyskum leikarum.
Endamálið við hesum er at økja um áhugan fyri talvi í Føroyum, umframt at tað uttan iva verður sera læruríkt hjá fremstu telvarum okkara at hitta ein somikið góðan leikara.