Kasper Schmeichel: Gott at síggja Christian Eriksen á sjúkrahúsinum

Tað var gott at síggja hann og tosa við hann, sigur Kasper Schmeichel um vitjanina á sjúkrahúsinum í gjár.

Kasper Schmeichel hitti í morgun fjølmiðlarnar. - Foto: Hannah Mckay/Reuters

Meðan landsliðsleikararnir í gjár tosaðu við Christian Eriksen um netið, vitjaði Kasper Schmeichel liðfelagan á Ríkissjúkrahúsinum.

 

– Tað var gott at síggja hann og tosa vioð hann, sigur Kasper Schmeichel á tíðindafundi í morgun.

 

Tað var fyrstu ferð, at donsku spælararnir gjørdu samrøðu um dramatiska EM-dystin ímóti Finnlandi leygardagin, tá Christian Eriksen small og fekk hjartaviðger á vøllinum í Parkini í Keypmannahavn.

 

– Eg hava eina kenslu av stoltleika. Eg veit ikki, um orðið sigur tað, men eg havi eina kenslu av gleði og takksemi yvir tað arbeiði, sum heilsufólkini hava gjørt, meðan allur heimurin sá. Tey vóru púra rólig og cool. Tað er undurfult, at vit hava fólk sum tey, sigur Schmeichel.

 

Saman við Simon Kjær var málmaðurin við til at troysta unnustina hjá Christiani Eriksen undir viðgerðini, sum fór fram síðst í fyrra hálvleiki.

 

– Eg visti væl, at kona og børn hansara, mamman og pápin, familja og vinir vóru millum áskoðararnar. Eg stóð og hugdi eftir teimum. Tað var ein ómenniskjanslig støða fyri tey, sigur Schmeichel.

 

Dysturin leygardagin var tikin uppaftur eftir steðg í slakar tveir tímar, og Danmark tapti dytstin 0-1. Nú skulu spælararnir royna at reisa seg aftur ímóti Belgia hósdagin og Russlandi mánadagin.

 

– Vit eru enn í kappingini. Vit taptu, men vit gó alt, sum vit høvdu. Eg eri vísir í, at vit fara at geva alt, vit hava. Tað týdningarmesta er, at vit standa saman og gera okkara besta.

 

– Eg eri vísur í, at vit sum lið kunnu gera nakað serligt fyri Christian og tey fólkini, sum sótu í Parkini og vóru vitni til tað, sigur Kasper Schmeichel.

 

Hann fegnast um tann stuðul, landsliðið hevur fingið seinastu dagarnar.

 

– Tann stuðul, vit hava finigð frá øllum fjepparum, heimsleiðarum og kongaligum, hevur havt ávirkan. Vit hava merkt kærliga frá øllum síðum, og tað kunnu vit brúka. Tað er tað, tað vil siga at vera dani. Vit syngja um at standa saman lið um lið, og vit vísa, at tað er tað, vit gera.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

 

 

Kasper Schmeichel hitti í morgun fjølmiðlarnar. - Foto: Hannah Mckay/Reuters